Bóndafelag Føroya mótmælir skerjing á fíggjarlógini

Vegna Bóndafelag Føroya mótmæli eg harliga, at fíggjarnevndin hevur skori niður uppá stuðulin til landbúnaðin á fíggjarlógini, frá 14,1 mill. til 12,1 mill, ella 14%.

Til tess, at grundgeva fyri frammanfyri standandi mótmæli dagfest 15/12-2002, vil eg framleggja soljóðandi viðmerkingar:
Stórur ágangur er á landbúnaðarstuðulin. Serstakliga síðani myndugleikarnir aftaná kreppuna hava arbeitt við at loysa høvuðsvinnu okkara fiskivinnuna burtur úr stuðulshaftinum. Nú verður so skorið yvir ein kamb og sagt verður, at øll vinna skal verða stuðulsfrí. Fyri landbúnaðin verður hetta nú gjørt í óðum verki, tí sum sagt verður av fíggjarnevndini, vit mugu hava ráð til fullveldið, og annars skylda fíggjarnevndarlimir uppá hvønn annan uttan at hava nøkur tíðandi argument, mál ella mið.
Men fíggjarnevndin gloymur at landbúnaðurin hevur ikki somu kor sum eitt nú fiskivinnan. Hetta er veruliga at hála teppi undan í óðum verki. Krøvini eru, at landbúnaðurin skal kappast upp í móti kappingarneytum sum longu í útgangstøði eru nógv betri fyri enn vit. Fyri tað fyrsta vegna náttúrubornar umstøður, men so sanniliga eisini nógv betri fyri hvat stuðuli viðvíkur, -bæði fíggjarliga, sosialt og verjuliga. Íslendskir politikarar tora at standa fram og verja seg og síni áðrenn innflutt verður frá øðrum og ES múrarnar kenna øll, teir avgera sjálvir hvør sleppur inn og út. Eingin ryggur er í okkara politikarum, sum heldur ofra landbúnaðin fyri atgongd til ES-marknaðin, fyri síðani at lata hann bløða spakuliga í tí skuffuni har einki hendur...
Beinleiðis stuðulin til landbúnaðin er brúkarastuðul sum verður goldin til tess at halda prísin á matvørum til brúkaran niðri. Sagt verður mangan at landbúnaðarvørur í Føroyum eru dýrar, men samanlíkna vit føroyska landbúnaðarstuðulin (brúkarastuðulin) við stuðulin í grannalondum okkara skuldu tær 12,1 mill. verið:

-Samanlíkna við Noregkr145 mill.
-Samanlíkna við Íslandkr.166 mill.
-Samanlíkna við Danmarkkr. 96 mill.

ES-umsøkjaralondini eru ovurfegin um tey fáa 50% av stuðlinum sum danski bóndin fær og tað skilji eg væl..
Ikki tí eg eri samdur í, at framleiðslustuðul er ósunnur og ikki nakað at dúva uppá. Best er um allar vinnur kunnu virka eftir frælsu marknaðarkreftunum, um tað er eingin ivi.
Men áðrenn eg vil loyva mær at leggja nøkur argument fram um hví eg metið at stuðulin til landbúnaðin ikki skal skerast nú vil eg undirstrika, at hesin umtalaði stuðulin uppá 14,1 (skorin niður til 12,1) allur sum hann er er brúkarastuðul, t.v.s. til tess at halda prísinum til brúkaran niðri. Hetta vil so aftur siga at verður stuðulin skorin fer prísurin á búnaðarvørum t.d. mjólk sum fær ca. 75% av stuðlinum, upp smsvarandi.
Og tó, so leingi sum tað almenna eigur landsjørðina haldi eg als ikki at festibóndur skulu hava ringa samvitsku at móttaka stuðul, tí soleiðis sum skipanin er, er hetta ikki at meta meir enn ein lítil kompensatión fyri tað arbeiðið teir leggja í ogn hins almenna.
Men har er tó langt eftir á mál fyri landbúnaðin. Vit kunnu ikki samanbera landbúnaðin við fiskivinnuna. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og kappast ímótið øðrum fiskivinnutjóðum á líkaføti. Vit hava entá vunnið kappingina og liggja á odda. Fyri at náa hesum máli hava vit síðan landið broyttist frá at verða eitt bóndasamfelag til eitt fiskivinnusamfelag ført ein miðvísan fiskivinnupolitik, ikki bara her á landi, men syrgt fyri at okkara fiskavirkir hava kunna selt sínar vørur á altjóða marknaðunum á líkaføtið við aðrar. Hetta hevur meir enn einaferð kosta landbúnaðinum, men ikki kann sigast at okkara politikarar á sama hátt hava gjørt stórvegis fyri at skapa góðar og tryggar karmar um landbúnaðin, heldur tvørtur ímótið so følist lógin um landsjørð meir og meir sum eitt kvørkratak fyri festibóndur sum mugu arbeiða undir hesi órgreiðu og niðurgerðandi skipan.
Undir kreppuni fór mong fyritøka undir hamaran. Flakavirkir lótu aftur, skip vóru seld og fólk fluttu av landinum. Landskassin misti nógvan pening fyri teimum veðhaldum politikarar okkara høvdu sett okkum fyri. Vit kallaðu hetta fyri sanering og mong vóru sum komu undir hetta heitið sanering. Tað eru familiur sum tann dag í dag sita hart í tí av hesum orsøkum.
Búnaðarvinnan er ein vinna sum brúkar langa tíð at umskipa seg og hevur tí kanska ikki verið útsett fyri so ógvusligum rembingum sum eitt nú fiskivinnan og alivinnan. Men serliga er tað festiskipanin sum hevur forða fyri at landbúnaðurin ikki hevur verið ígjøgnum hesa somu proses. Festibóndur eru at samanlíkna við embætismenn, tó við tí muni, at vit hava onga fasta løn, eftirløn ella sjúkratrygd. Hartil eru ognaðarviðurskiftini so at vit í flestu førum heldur einki eiga í fyritøkuni vit byggja upp tíðans heldur húsunum vit búgva í. Í sinasta lagi tá bóndin fyllur 70 er føðingardagsgávan út á gøtuna. Av tí at tað er sami juridiski persónur sum eigur og fíggjar eru allar marknaðarkreftirnar settar úr gildið og bóndin húskallur á egnum garði.
Hyggja vit eftir londunum uttanum okkum sæst, at allastaðni verður stuðul veittur til búnaðarframleiðslu. Hetta er tí at londini hava sett sær sum mál at framleiða so nógv av matvørum sum tilber í egnum landi. At framleiða matvørur úr jørðini er ikki sum onnur vinna har tú gert íløgur í framleiðslutól ella keypur skip og ferð út at fiska. Krøvini eru ómetaliga stór. Vit skulu standa inni fyri framleiðsluni frá sáði/giting til heysting/slaktið er á borðinum og peningurin brúkarin vil rinda fyri mat gerst minni og minni av inntøkuni.
Somuleiðis seta politikararnir krøv um at bóndur skulu varðveita eitt ávíst bústaðarmynstur, siðsøgu og røkja land og umhvørvið úr fjøru til fjals. Alt hetta hevur í gjøgnum øldir skapt virðir sum skjót eru at bróta niður um vit í óðum verki sláa skorðurnar undan. Áður enn pilka verður við skorðurnar má ein politikkur leggjast, mál setast og spurningar svarast. Hvørji mál seta vit okkum, hvat viðføra hesi mál og vilja vit gjalda kostnaðin av at røkka hesum málum.
Tá landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum legði uppskot um skuldasanering fyri tingið var sagt at løgtingið einki vildi gera við landbúnaðin fyrenn ein framtíðarætlan fyri landbúnaðin var løgd fyri tingið soleiðis at tinglimir greitt sýggja hvat ætlanin er fyri framtíðina. Men tá hetta var gjørt kundi táverðandi samgonga ikki taka undir við ætlanini, og nú tekur løgtingsins fíggjarnevnd í óðum verkum og sker niður uppá stuðulin uttan mál ella mið og ímótið ráðgeving frá landsstýrismanninum. Halda politikararnir at tað er alneyðugt at skera tann, í mun til grannar okkara lítla stuðulin landbúnaðurin fær niður, er neyðugt áðrenn hetta verður gjørt at fáa støðuna hjá hesi niðurpíndu vinnu til viðgerðar. Tá tað er frá hondini kunnu vit taka stuðulskipanirnar upp til viðgerðar..

Ein annar máti at samanlíkna okkum við grannar sær soleiðis út:

Land:Stuðul pr.
íbúgva Kr:
???????????????????????????
Noreg3.020
Ísland3.460
Danmark2.000
Føroyar 260

Viðv: beinleiðis landbúnaðarstuðul í Noregi og Íslandi og Danmark.
Noreg: Í statsbudgettinum fyri 2000 verður goldið í beinleiðis stuðuli kr. 12.978.343.000 Nkr. Tað búgva áleið 4.300.000 fólk í Noregi so tað verður Nkr. 3.018 pr. íbúgva. Sambært keldum í Noregi er budgetti fyri 2002 = 12.170.289.000 Nkr.
Legg til merkis at hetta bert er beinleiðis stuðul tvs. at samanlíkna við tær kr. 14,1 (nú 12,1) ella so hjá okkum ella tað sum stendur beinleiðis til vinnuna!!!

Ísland: Frá keldum í Íslandi havi eg fingið upplýst at beinleiðis stuðulin til íslendska landbúnaðin er ísl. Kr. 9 milliardir (harav mjólk 4 milliardir). So vítt eg kenni til Íslandi búgva tað eini 260.000 íslendingar í Íslandi so tað gevur ca fkr. 3460 pr. íbúgva. Ísland hevur hartil innflutningstoll sum verður mettur sum landbúnaðarstuðul, teir liggja á 5 plássi á hesum øki beint aftaná: nr.1 Noreg, nr. 2 Sveits, nr. 3 Suðurkorea, Nr. 4 Japan, Nr. 5 Ísland.

Danmark er kr. 2.000, men tað er nokk ikki heilt up to date (frá ár 1999).