Bóndi í Oyndarfirði fríkendur fyri djórapínslu

Hann fylgdi øllum mannagongdum og misrøkti sostatt ikki festi, sigur Búnaðarstovna,

 

 

Búnaðarstovan hevur nú endaliga staðfest, at Hans Kristian Abrahamsen, bóndi í Oyndarfirði, sum varð skuldsettur fyri at misrøkja eitt festi í fjør, hevur fylgt øllum mannagongdum. Sostatt er hann fríkendur fyri djórapínslu og fyri at hava misrøkt feksti.

– Við tað, at talan ikki er um mál um misrøkt verður málið hervið lokað, er niðurstøðan í einum brævi, sum Búnaðarstovan hevur sent Hans Kristian Abrahamsen.

Tað var 18. mai í fjør, at Búnaðarstovan fekk eina fráboðan um, at eitt festi í Oyndarfirði varð misrøkt, og nógv varð gjørt burturúr hesum í fjølmiðlunum. Síðani hevur Búnaðarstovan fylgt við virkseminum á festinum og hevur staðfest, at seyðurin er væl passaður, siga Tróndur G. Leivsson, stjóri og Andrass Holm Arge, deildarleiðari á Búnaðarstovuni. í Hesum sambandi hevur hann fingið neyðuga heilivági, umframt at festarin eisini hevur fylgt frágreiðingini, sum djóralæknin gjørdi.

Hans Kristian Abrahamsen yvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn tað sum upplýst var frammanundan. Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár, sigur Búnaðarstovan.

– Allar ærnar sum komu í rætt fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað vóru fleiri av hesum seyðinum, sum ikki høvdu fingið heilivág, og heldur ikki vóru komnir at fáa sær at eta, sum vóru deyðir, hevur Hans Kristian Abrahamsen greitt frá.

– Fleiri ær sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar, sigur hann. Hann sigur, at 69 prosent av lombunum, sum vórðu flett hetta árið, vigaðu minni enn 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum, sigur Hans Kristian Abrahamsen,

Búnaðarstovan sigur, at hon hevur einki at finnast at og hon hevur endaliga staðfest, at bóndin hevur fylgt øllum mannagongdum. Seyðurin er væl passaður og tískil ger Búnaðarstovan ikki meira við málið.

Lombini á festinum sum vórðu flett í heyst vigaðu í miðal umleið fimm pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019, leggur Búnaðarstovan afturat.