Bónus bíligt - men Netto bíligari

Í samband við okkara matkanning var staðfest, at Bónus í Tórshavn er bíligasti handil í Føroyum. Nógv hevur verið tosað um, at tað er bíligari at keypa uttanlands. Hetta hava vit kanna.

Vit hava keypt somu vørur í Netto í Keypmannahavn sum í Føroyum. Summar vørur vóru ikki akkurát líka men vit hava roynt at funnið so líkar vørur sum gjørligt.
Munurin er 83 krónur bíligari í Keypmannahavn enn í Føroyum.
Serliga er tað rugbreyð, salt og Taffel Chips sum er nógv bíligari í Danmark. Blæurnar eru eisini nógv bíligari, men har hevði Netto ikki Libero blæur sum vit hava nytt í okkara kanning.
 Rugbreyðini hja Netto koma frá einari Schulstad fabrikk, breyðini í Føroyum eru hondgjørd, sigur Niels Mortensen, stjóri í Bónus.
Taffel Chips er dýrari í Føroyum vegna "slikk-avgiftina" millum annað.
 Eftirsum Føroyar liggur har tað liggur, hava vit 6 miljónir eyka í frakt sum handlarnir í Danmark sleppa undan, sigur Niels Mortensen.
Nakrar vørur eru eisini bíligari í Føroyum enn í Danmark. Kærgården, sukur og Gevalia kaffi. Te og cola er eisini bíligari at keypa í Føroyum.
Forkláringin uppá at hesi ting eru bíligari í Føroyum, er at vit eru uttanfyri EU, og av tí orsøk kunnu innflyta summar vørur bíligari.