Millum annað versnaðu parkeringsmøguleikar uttan fyri matvøruhandilin Bónus í Havn hava havt við sær, at SMS, ið eigur handilin, hevur gjørt avtalu við Postverk Føroya um at leiga seg inn í bygningin hjá Postverkinum á Ægishædd.
Gott parkeringspláss var uttan fyri handilin fyrr, men eftir at farið varð undir at byggja nýggja IDÉ húsið hevur onkuntíð verið í so trongligt hjá viðskiftafólkunum at parkera.
Nýggi Bónus handilin skal eftir ætlan lata upp einaferð í vár. Í nýggju hølunum fær handilin 700 fermetrar at búleikast í.
Sambært Niels Mortensen, stjóra í SMS, hevur fyritøkan ikki avgjørt, um Bónus skal flyta úr hølunum, har handilin nú heldur til, ella um handilin skal halda til bæði á Hálsi og á Ægishædd.