Bónus í nýggjum hami

Nýggj høli, nýtt innbúgv, góð parkeringsviðurskifti og landsins lægstu prísir

 

FLYTING

Í dag letur matvøruhandilin Bónus í Havn upp í nýggjum hølum. Tað er í niðaru hædd í stóra bygninginum hjá Postverkinum í Óðinshædd. Handilin fer at ráða yvir 710 fermetrum í mun til 550 fermetrar í verandi hølum við Smyrilsvegin. Orsøkin til, at handilin flytir er, at gomlu hølini eru niðurslitin, eins og parkeringsviðurskiftini í seinastuni ikki hava verið nóg góð.

- Tað verður lættari hjá fólki at koma til handilin nú. Bæði innan- og uttandura verður rúmligari, sigur Niels Mortensen, stjóri.

Innbúgvið í nýggju hølunum er alt nýtt. Deildin við frukt og grønmeti verður tann mest framkomna í landinum. Alt verður kølt niður og ein skipan, sum heldur vøruna fuktiga, verður tikin í nýtslu. Úrvalið og prísirnir hinvegin verða stórtsæð tað sama sum higartil.

Niels Mortensen vil ikki avdúka, hvussu nógv flytingin kostar, ei heldur, hvussu stórur umsetningurin hjá Bónus er á hvørjum ári.

- Bónus er tann bíligasti matvøruhandilin í landinum framvegis, sigur Niels Mortensen.

Á stóra parkeringsøkinum aftanfyri bygningin hjá Postverkinum, er ein stórur goymlsubygningur bygdur til Bónus. Í alt starvast 12 fólk í Bónus.