Bónus søkir byggiloyvi í Klaksvík

Klaksvíkar býráð fer á býráðsfundi í annaðkvøld at viðgera umsókn frá SMS um at byggja handilsbygning til Bónus í Klaksvík

Tað er Teknistovuni Magnus Sp/f, ið søkir vegna P/F SMS um prinsipp byggiloyvi til Bónus Handilsbygning á matr. 881 og 716c. Tað er bygningurin, har eitt nú Studio Pegasus heldur til og gamla Spinnaríið, sum Kjølbro átti.

Víddin á bygninginum er 1367 m2, harav skrivstovuhøli og fólkarúm eru 341 m2.

Talið av p-plássum er 59.

Umsøkta bygging er í tráð við galdandi byggisamtykt og ta endurskoðaðu byggisamtyktina, og sum kommunan hevur fingið lovað verður góðkend ein av fyrstu døgunum.

Onnur mál á fundinum eru um Ung í Arbeið. Seinastu árini hava fólk, javnan gjørt kommununa varuga við, at tørvur er á einari skipan, sum tryggjar skúlaungdóminum í kommununi eitt ávíst tal av arbeiðsdøgum í summarfrítíðini.

- Leiðarin í Virkishúsinum er komin við áhugaverdum uppskoti um, hvussu vit kunnu skipa eina verkætlan við ?Ung í arbeiði? í summar. Uppskotið leggur upp til, at Virkishúsið hevur ábyrgd av verkætlanini, og verður miðstøð fyri Ung í Arbeiðið, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Eisini er eitt mál um møguliga kommunulegging á skránni. Í seinastuni hava samráðingar verið við umboð fyri Hvannasunds Kommunu um samstarv og møguliga kommunusamanlegging.