Bónus við nýggjari deild í Vágum

- Hetta er eitt gamalt ynski hjá okkum, og sum nú gerst veruleiki í Miðvági, sigur stjórin, Niels Mortensen. Um fimm vikur letur fyritøkan upp sín fimta handil her á landi.

Miðvágur: Mikudagin 7. desember fáa miðvingar og vágafólk annars eitt nýtt høvi at gera innkeyp síni í einum stórhandli.
Henda dagin letur nevniliga Bónus upp enn ein handil, - hesaferð í bygninginum, har smiðjan hjá J.K. Joensen áður helt til.
Hetta er eitt rættiliga stórt høli, sum Bónus nú fær at ráða yvir. Hølini eru um 1000 fermetrar til støddar, harav sjálvur handilin verður 800 fermetrar.
- Vit halda at handilin liggur væl plaseraður her, soleiðis mitt í oynni, sigur Niels Mortensen við Sosialin.
Umframt henda handilin og tann stóra í Havn, kann nevnast, at Bónus eisini rekur handlar í Klaksvík, Glyvrum og á Tvøroyri.

Gamalt ynski
At Bónus nú letur upp hesa deildina í Vágum er eitt gamalt ynski hjá handilsfyritøkuni.
Niels Mortensen sigur, at longu áðrenn Vágatunnilin lat upp fyri skjótt trimum árum síðani, vóru hugsanir frammi um hetta.
- Vit valdu tó at bíða eitt bil, fyri líkasum at síggja, hvussu alt fór at útvikla seg í Vágum. Nú mettu vit, at stundin var komin til at lata henda handilin upp, sigur hann.
Teir miðaðu eftir at klára hetta undan jólum, og tað fer eisini at halda. Og mikudagin 7. desember verða so dyrnar lætnar upp á fyrsta sinni.
Væntast kunnu nógv fólk henda fyrsta dagin, og helst uppaftur fleiri seinni í somu viku, uttan tó at teir hava hugsað stórvegis um tað av fyrstan tíð.
- Nei, tað er meiri av tilvild at handilin letur upp beint undan føðingardegnum hjá Vágatunlinum, sigur Niels.
Leygardagin tann 10. desember eru nevniliga liðin trý ár síðani Vágatunnilin lat upp, og henda dagin verður tí eisini ókeypis koyring gjøgnum tunnilin.
Samstundis við hetta verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í oynni, sum uttan iva fara at draga nógv fólk aðrastaðni frá vestur í oynna.