Býráðshøllin í Klaksvík er í hesum døgum umskapað til fotostudio í sambandi við myndatøkur til bók um listakvinnuna Fridu Zachariassen
Myndamaðurin Per á Hædd hevur í løtuni úr at gera við at avmynda fleiri enn 100 listaverk eftir Fridu Zachariassen í Býráðshøllini í Klaksvík.
Tað er Norðoya Listafelag, sum saman við Listasavni Føroya, hevur tikið stig til at savna inn og taka myndir av verkunum í sambandi við at stór bók verður gjørd um listakvinnuna
Frá Norðoya Listafelag frætta vit, at undirtøkan millum fólk at lata verk til myndatøkurnar hevur verið sera góð.
Nú, so nógv verk eftir Fridu Zachariassen eru savnað, er ætlanin eisini at sýna tey fram á stórari listaframsýning.