Bárður Dal Christiansen sýnir fram í Snarskivuni

»Orka« eitur framsýningin um ta ráu og alternativu orkuna, sigur Bárður Dal Christansen, sum er 24 ára gamal havnarmaður

 

Báður Dal Christiansen hevur altíð havt áhuga fyri tí kreativa, sigur hann við www.torshavn.fo

 

Framsýningin, sum er ein partur av umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar Kommunu, hevur fingið heitið »Orka«, og hon fevnir um málningar ot tekningar.

 

Framsýningin verður opin fram til 2. juni kl 16.

 

- Hetta er ein litrík framsýning um nýggjar háttir at nýta og finna orku. Ein street framsýning um, hvussu vit kunnu skapa ein reinari heim, sigur listamaðurin.

Í løtuni arbeiðir Bárður Dal Christiansen í donskum barnagarði, men er samstundis helvtin av listabólkinum Scrub.Art í Havn. Hin helvtin er Ólavur Thorsteinsson. 



 

- Eg havi altíð verið nógv inspireraður av street art, hiphop mentan og grafiskari list, sigur Bárður og ger vart við, at honum dámar væl at mála evni, ella myndir, bara tí tey eru stuttlig at arbeiða við. 



 

- Tí er tað, at tað onkuntíð kann verða eitt sindur barnsligt, sigur Bárður lítillátin.



 

Bárður er millum yngstu limir í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Hann hevur sýnt fram á Várframsýningini 2006 og 2007, Slóarblóð 2007, í Eik Banka ´Random Stuff´ 2007 og á Summarframsýningini ´Kanska´ í 2008.

Sum partur av Scrub.Art hevur Bárður prýtt Margarinfabrikkina í 2007, sýnt fram á G-Festivalinum í 2007 og 2008, prýtt Cippo í 2007, verið við í stuðulstiltaki fyri Amnesty Føroya Deild í 2009, gjørt pallprýði til The Wall konsert í Norðurlandahúsinum fyrr í ár og live show og stuðulstiltak fyri Ung.fo í SMS í ár.