Sambandsflokkurin hevur avgreitt sínar nevndarsessir, og ikki óvæntað verður tað Bárður Nielsen úr Vestmana, sum verður nýggjur fíggjarnevndarformaður
Eins og Sambandsflokkurin var fyrstur at útnevna síni landsstýrisfólk, er flokkurin eisini fyrstur at avgreiða nevndarsessirnar.
Av serligum áhuga er, hvønn flokkurin hevur valt til formenn í nevndunum, har flokkurin eigur formann. Talan er um fíggjarnevndina, vinnunevndina hóast flokkurin hevur vinnumál í landsstýrinum og trivnaðarnevndina.
Hóast tað ikki er alment enn, so verður Bárður Nielsen formaður í fíggjarnevndini, Alfred Olsen verður formaður í vinnunevndini og Rósa Samuelsen verður forkvinna í trivnaðarnevndini.
Umframt hetta er Edva Jacobsen valt í Útnorðurráðið fyri Sambandið, meðan Helgi Abrahamsen verður limurin hjá samgonguni í Norðurlandaráðnum.
Sjálvstýrisflokkurin fær ein nevndarsess, og tað er í vinnunevndini, har Jógvan Skorheim fær sæti. Han verður eisini valdur í Útnorðurráðið, men av tí at Føroyar bert hava seks limir har, og tað nú eru sjey flokkar, verður talan um ein eygleiðara. Enn er so ikki avgjørt, hvør flokkur ikki fær fasta umboðan, men eygleiðarastatus.