Bárður heldur enn Kaj Leo?

Okkurt bendir á, at vit kunnu fáa eitt stríð um vald í Sam­bands­flokk­i­num. Bárð­ur Niel­sen í Vest­manna for­spilti sær kjans­in at blíva løg­mað­ur og floks­for­mað­ur, tá hann valdi peng­ar­nar hjá Ják­upi á Dul fram um Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið.

Tað korthúsið rapaði, og Bárð­ur Niel­sen hevur vunnið seg inn aft­ur um ting­gátt. Kaj Leo ætlaði – tá Bárður fór – at seta seg sjálv­­an í fíggj­ar­mála­ráð­ið, men tað slapp hann ikki fyri Heð­ini Mort­en­sen, javn­að­ar­mann­i­num, sum var var­a­mað­ur hjá Kaj Leo á tingi.

Kaj Leo og Bárður draga ikki somu línu. Meðan Kaj Leo droym­ir sum ríkjafelagsskap og full­veldi og samstarv mill­um sjálv­støð­ug lond, so kall­ar Bárð­ur Niel­sen hetta fyri luft­k­as­tell­ir. Hann vil heldur tryggja vælferðina fyri øll í Føroyum heldur enn polit­iskt klandur um nýggjar grund­lóg­ir og loysing.

Okkurt bendir á eina upp­gerð. Og uppgerðir eru tey von við í Sam­bands­flokk­i­num. Líka síðani tey koyrdu Ed­mund frá, hevur stríð verið um for­mans­sessin. Listbeth Pet­er­sen legði frá sær eftir eyð­mýkj­andi valósigur. Kaj Leo er út­fordr­að­ur einaferð av Jo­han Dahl. Kaj Leo vann og Johan rýmdi for­nerm­að­ur – men kom tó aftur.

Um Kaj Leo ikki held­ur seg í góða gamla sam­bands­skinn­i­num fram móti næsta lands­fundi floks­ins, so gita vit, at Bárður Niel­sen bjóð­ar hon­um av, og so hevur Sam­ban­ds­flokkurin aftur ein trúgv­an kon­serv­a­tiv­an sambandsmann sum floks­for­mann.