? Tað sær ikki gott út. Hann gongur á høkjum, og eg rokni ikki við honum, nú vit fyrireika okkum til dystin móti KÍ, sigur Frank Skytte, venjari hjá HB, tá hann verður spurdur um støðuna hjá málverjanum Bárði Johannesen.
Eftir dystin mikukvøldið millum HB og B36 var ein maður liggjandi eftir í brotsteiginum hjá B36. Tað var Bárður Johannesen, sum var farin fram í hin brotsteigin í eini roynd at fáa útjavnandi málið, og í rokinum inni í brotsteiginum hevur hann fingið ein skaða í knæið.
Hann hevur meitt sær knæið so illa, at hann helst ikki verður við móti KÍ sunnudagin.
? Hann hevur verið til kanningar, og tað sær ikki út til, at nakað er brotið ella slitið, men knæið er hovið, og hann hevur pínu, sigur Frank Skytte.
Pól fær møguleikan
Á bonkinum situr ungi og evnaríki málverjin Pól Næs Joensen, og hann stendur helst millum stólparnar í Klaksvík. Frank Skytte sigur, at hann er tryggur við at lata Pól standa í málinum, tí at hann er ein góður málverji, sum er svangur eftir spælitíð á 1. liði.
? Vit hava havt nógar skaðar í ár, men vit hava ein breiðan hóp, og tað hjálpir okkum ikki at grenja um tað, tí tað hendir hjá øllum liðum, sigur Frank Skytte.