Dánjal Andreasen, sum tey seinnu árini hevur verið formaður í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri í øllum deildunum ynskti at sleppa úr starvinum, tá nevndirnar í Fótbóltssambandinum í síðstu viku vóru valdar og síðani hava skipað seg. Jens Erik Magnussen hevur verið næstformaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri, tá formanninum hevur borist frá, men nú er Jens Erik Magnussen vanligur nevndarlimur í kappingarnevndini.
Nýggjur formaður í kappingarnevndini er Børge B. Hansen, og Óli Holm er næstformaður.
Frammanundan hevur tað verið soleiðis, at ein og sami persónur hevur verið kappingarstjóri í øllum deildunum, men nú er hetta øðrvísi. Børge B. Hansen er kappingarstjóri hjá teimum vaksnu mannfólkunum, Sveinbjørn Dánjalsson er kappingarstjóri hjá kvinnunum, og Karl Vidtfeldt er kappingarstjóri hjá yngru deildunum.
Sveinbjørn Dánjalsson er eykalimur í starvsnevndini.
Bøgre B. Hansen er farin úr landsliðsnevndini, og Dánjal Andreasen er nýggjur í landsliðsnevndini. Í fíggjarnevndini eru formaðurin í Fótbóltssambandinum og formenninir í kappingarnevndini og landsliðsnevndini. Tað vil við øðrum orðum siga, at Børge B. Hansen er komin í fíggjarnevndarsessin, sum Dánjal Andreasen hevur sitið í. Hinir fíggjarnevndarlimirnir eru Torleif Sigurðsson og Jens Erik Magnussen.