Eldur kom fyrrapartin í ein danskan buss, sum 13 smábørn vóru í Tað eydnaðist bussføraranum at fáa øll 13 børnini úr einum bussi, sum eldur kom í á motorvegnum við Holbæk á Sælandi fyrrapartin.
Løgreglan sigur, at tað var í seinastu løtu, at børnini sluppu út, tí stutt aftaná stóð bussurin í ljósum loga.
Tey 13 børnini vóru úr einum barnagarði í Keypmannahavn.