Børn eiga ikki at fiska við tráðu

Norsk skúlabørn hava fingið tráður at fiska við, men hetta hóvar ikki norsku djóraverndini, sum heldur, at hetta er djórapínsla


Noreg

Djóraverndini í Noregi dámar lítið eina ætlan, sum norsk skúlabørn eru vorðin partur av. Ætlanin kallast, "Skolestangsprojektet 2003". Býttar eru út nógvar túsund tráður til skúlanæmingar kring landið, soleiðis at hesir kunnu sleppa at royna seg. Tað eru Statskog, Norges Jeger-og Fiskerforbund (NJFF) og Sølvkrogen AS, sum standa aftanfyri skúlaprojektið við tráðunum.
  Men djóraverndin heldur, at fiskurin fær ilt, tá ið hann verður krøktur, og tey halda eisini, at maðkarnir fáa eina heldur ódámliga viðferð, tá ið húkurin verður krøktur upp ígjøgnum allan kroppin á teimum.
  Í ár verða 40.000 tráður lætnar barnaskúlunum; í fjør var talið 30.000.
  Bæði skúlar, foreldur og næmingar eru positivir fyri hesi ætlan.
  - Børnini hava fyri neyðini at møta tí partinum av náttúruni, sum tey við tíðini meira og meira eru vorðin drigin burtur frá, sigur Steinar Paulsen, ið starvast sum frítíðarkonsulentur í NJFF.

Pínsla

Í brævi til Statskog ber djóraverndin fram sína ónøgd við projektið og vísir til granskingar í kenslulívinum hjá fiski. Her verður sagt, at "? Dyrebeskyttelsen Norge mener, at fisk er i stand til å føle smerte. Dette støttes også av nye forskningsresultater?"
  Djóraverndin heldur, at møguligur ivi um hesi viðurskifti eigur at koma fiskinum til góðar.
  - Tað er týdningarmikið, at børn kunnu uppliva náttúruna, men hetta kann gerast uttan at pína fiskin.
  Siri Relling hjá norsku djóraverndini heldur, at børnini heldur kundu fingið kikarar og myndatól í staðin fyri tráður.
  Henni dámar heldur ikki, at børnini skulu krøkja maðkar uppá húkin.
  - Vit kunnu ikki útiloka, at maðkur kennir pínu. Eg trúgvi heldur ikki, at børn halda tað vera serliga stuttligt at krøkja ein maðk uppá húkin.
  Og hon heldur fram:
  - Kanska heldur onkur, at vit eru hysterisk, men hetta snýr seg um virðing fyri okkara "medskapninger", sum Siri Relling tekur til.