Hetta er heitið á einum tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld klokkan 19.00
Talan er um eina almenna kvøldsetu um barnavernd og fráboðanarskyldu. Barnaverndarstovan setur saman við Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Mentamálaráðnum sjøtul á átakið um fráboðanarskylduna.
-Dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum, skriva fyrireikarar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er skráin hendan:
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Bjørn Kalsøe, landsstýrismaður í mentamálum, seta kvøldsetuna.
Landsstýrisfólkini Annika Olsen, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, formenninir í kommunufelagsskapunum Gunnvá við Keldu og Asbjørn Djurhuus og fútin Karen Marie Olesen seta sjøtul á arbeiðið við fráboðanarskylduni.
Fráboðanarskyldan
Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur á Almannamálaráðnum
Tak vandatekin í álvara
Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya
At fráboða er ikki at slatra
Maud Vang Hansen, greiður frá at vaksa upp við harðskapi
Kærleiki og stálull frá vesaligumuppvøkstri til eitt gott lív
Lisbeth Pipping úr Svøríki sigur frá um uppvøkstur sín við einari menningartarnaðari mammu
Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, endar kvøldsetuna
Sangur og tónleikur Martin Joensen
Mynd: tilvildarlig