Børn og ung royndu seg í Listaskálanum

Leygardagin var hugnalig og góð konsert í Listaskálanum í Havn. Nýggjur tónleikur og tónleikur úr barokktíðini, teirri klassisku- og romantisku tíðini var á skránni.

Várkonsert

Tey, ið framførdu, eru næmingar í musikkskúlanum í Havn, Fuglafirði, Klaksvík, Vágum og á Sandi.

Ein messingkvintett, ið lærarin Kenneth Jones skipaði, var á palli við "Just a Closer Walk", ið D. Gillis hevur lagt til rættis. Hinir tónleikararnir eru Tróndur H Olsen á trompet, Niklas K Mouritsen á waldhorn, Dávur J Magnussen á trombone og Glenn Samuelsen á tuba.

Ein- og tvíleikur var somuleiðis á skránni. Systkini Mattias og Sanna Kapnas á klaver og violin spældu " Giga" eftir J. S Bach. Elin og Høgni R. Hansen av Sandi spældu ávikavist á tvørfloytu og á blokkfloytu saman við læraranum Katja Volovelskaja. Tey spældu tónleik eftir Handel og Hook.

Heiðrun Petersen úr Tórshavnar Musikkskúla spældi Preludium úr Partita í E-dur eftir J. S. Bach. Oluf Dam úr Musikkskúlanum í Vágum spældi Prelude nr 15 á Dess-dur eftir F. Copin.

Yngsti næmingur hendan dagin var átta ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvíkar Tónlistarskúla, sum spældi eitt amerikanskt fólkalag á violin saman við læraranum Ljudmila Berezina.

Dávur J Magnussen á trombone framførdi " Morceau Symphonique" hjá A. Guilmant. Kamilla Ravnsfjall á floytu leikti "Concert Solo" eftir G. Fauré saman við Jóhannes Andreasen.
Katarina við Skipá á floytu og Merry Eyð Jacobsen á violin spældu duettina "Toreador" eftir G.Bizet. Rúni Hentze á trompet spældi "Bepop" hjá A Wilson; og Gunrið á Lakjuni á cello framførdi eina koral eftir J.S. Bach. Tey bæði eru úr Fuglafjarðar Musikkskúla.

Andrias Olsen spældi eitt svenskt fólkalag á klaver, og feðgarnir Heini og Martin Mouritsen á trompet og klarinett spældu eisini eitt fólkalag saman.

Kristina Dalsgarð á klaver spældi "Prelude Minstrels" hjá C. Debussy.

Tað var sera hugaligt at hoyra og síggja øll hesi ungu framføra tónleik, ið tíðum er tónleikaliga og handaliga sera krevjandi. Tað skulu nógv ymisk viðurskifti vera til staðar fyri at røkka slíkum úrslitum, og tað er eyðsæð, at hesi ungu nýta nógva tíð at nema sær hendan førleika. Og her er tónleikaundirvísingin kring landið eitt sera týdningarmikið grundarlag hjá teimum.