Børn og vaksin skutu

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kappingum í Runavík. Leygardagin skutu børnini 12 metur og sunnudagin skutu tey vaksnu 18 metur.

Bogaskjóting

 

Tað eru ov fá ung, sum skjóta við compound, men tað heldur ikki okkara besta unga skjútta í compound, Magnus Andreassen úr Ørvi (Ø), aftur. Hann gjørdi bart og setti nýtt føroyskt met við at skjóta (287+287) 574 stig. Gamla metið átti Sámal Petur Joensen og varð tað skotið í ár 2000.

Í bólkinum recurve vóru heldur fleiri luttakarar – 10 í tali. Sum heild kann sigast, at innleiðandi umfarið gekk sera væl. Allir skjúttarnir uttan ein skutu persónlig met.

Bestu innleiðandi úrslitini vóru: Bogi Andreasen, VágaSkot (V), (264+260) 524 stig, nr. 2 Tummas Eidesgaard, Ø, (249+251) 500 stig, nr. 3 Odd Andreassen, Ø, (248+224) 472 stig og nr. 4 Rógvi Dalsgarð, Tambar (T), (229+225) 454 stig.

Av tí, at 10 luttóku, vóru bert tveir dystir í 1/8-finalunum. Dystirnir vóru millum Fróða Dam, T, og Rógvi Larsen, T, 87-51, og Sirið Rein, T, og Rani L. Beder, T, 96-73.

¼-finalurnar: Bogi A.-Fróði 104-92, Bogi Mørkøre, Ø,-Rógvi D 65-98, Odd-Oddmar Nielsen, Ø, 90-82 og Sirið-Tummas 86-105.

½-finalurnar: Bogi A.-Rógvi D. 99-105 og Odd-Tummas 97-98.

Dysturin um triðja plássið var millum Boga A. og Odd og vann Bogi trygt 107-89.

Dysturin um fyrsta plássið var millum Rógva D. og Tummas. Hesin dystur var sera javnur heilt fram til seinasta umfar, tá Rógvi gjørdi eitthvørt, har hann ikki rakti skivuna, dysturin endaði 88-96 og vann Tummas sostatt sína næstu kapping.

 

Vaksin

Heldur fá vaksin luttaka í vetur, men eru úrslitini góð.

Í compound bólkinum vóru innleiðandi úrslitini hesi: Per Holm Andersen, Ø, (284+283) 567 stig, nr. 2 Magnus Andreassen, Ø, (275+271) 546 stig og persónlig met og nr. 3 Kaj Johannesen, Ø, (271+263) 534 stig og persónligt met.

Per sat yvir í ½-finalunum ímeðan Magnus og Kaj skutu ein dyst, sum endaði 107-103.

Dysturin um fyrsta plássið var millum Per og Magnus. Tann ungi Magnus gav Per stóra mótstøðu. Per legði seg á odda við tveimum stigum eftir fyrsta umfar, meðan Magnus tók eitt stig inn aftur í øðrum umfari. Næstu tvey umførini skutu teir javnt. Dysturin endaði við sigri til Per 111-110.

Í bólkinum recurve vóru 7 luttakarar. Innleiðandi úrslitini vóru hesi: Hans Petur Højgaard, Ø, (270+274) 544 stig, nr. 2 Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen, V, (269+268) 537 stig og persónligt met, nr. 3 Eirikur í Jákupsstovu, Ø, (266+259) 525 stig og nr. 4 Jastrid M. Jensen, T, (254+246) 500 stig. Tveir aðrir skjúttar høvdu persónlig met.

¼-finalurnar: Hans Petur sat yvir, Tórfinn Hansen, V,- Jastrid 101-97, Eirikur- Nikkel Petersen, Ø, 103-100 og Jim S. Guttesen, V,-Eggaba 83-95.

½-finalurnar: Hans Petur- Tórfinn 106-101 og Eirikur-Eggaba 104-92.

Dysturin um triðja plássið var millum Tórfinn og Eggaba. Teir høvdu ein spennandi javnan dyst, sum endaði við sigri til Eggaba 96-95.

Dysturin um fyrsta plássið var millum Hans Petur og Eirik. Úrslitini í umførunum vóru 27-26, 27-29, 29-28 og 28-26 og vann Hans Petur enn ein spennandi dyst við 111-109.