Leygardagin verður sum vanligt er róð kapp á Sundalagsstevnuni. Og eins og vanligt hevur verið byrja FM-róðrarnir kl. 15.
Ætlanin er tó eisini, at børnini og teir gomlu bátarnir skulu sleppa at royna seg.
Kappróðurin byrjar tí kl. 13:30 við at børnini fara at rógva kapp og síðani kl. 14:30, tá gomul seksmannafør fara at rógva móti hvørjum øðrum.
Aftaná róðrarnar verða steypini handað av Jákup Suna Joensen.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður róðrarfólkunum til vildar!