Børn skulu eisini til altars

Strendur: Komandi sunnudag, ið er seinasta sunnudagur í kirkjuárinum, verður skipað fyri árliga kirkjufundinum fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Eysturoynni. Í ár verður kirkjufundurin á Strondum.

Byrjað verður kl. 16 við eini almennari altargangsgudstænastu í Sjóvar kirkju, og sum er eitt gott apropos til dagsins evni.

Eftir altargangsgudstænastuna hittast kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í bygdarhúsinum á Strondum, har tey fara at tosa saman um ávís kirkjumál.

Høvuðsevnið í ár verður, um altargongdin eisini skal vera fyri børn.