Í næstu viku fær hvørt einasta húski í Tvøroyrar kommunu vitjan skúlabørnum, sum fara at geva teimum ein beriposa, sum tey kunnu brúka, tá ið tey fara til handils.
Tað verða skúlabørn í 6. flokki, sum fara at ganga hús úr húsi at geva fólki beriposar úr góðum tilfari, sum kunnu brúkast aftur og aftur.
Endamálið er at avmarka nýtsluna av einnýtis beriposum úr plasti, sum fólk vanliga fáa sær at fylla vørur upp í, tá ið tey eru til handils.
Hetta er eitt tiltak, børnini sjálvi hava funnið upp á. Tvøroyrar Býráð hevur umhvørvisviku, og í tí sambandi var eitt tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri í gjárkvøldið, har børnini í 6. flokki greiddu frá.
##med2##
Tey gera nógv burtur úr umhvørvisspurningum í skúlanum og í tí sambandi hava tey hugsað nógv um, hvussu tað ber til at avmarka nýtsluna av beriposum úr plasti.
Tey settu seg í sambandi við býráðið og fingu fíggjarligan stuðul til tiltakið, og síðani hava tey gjørt eitt stórt arbeiðið at finna fram til ta bestu loysnina.
Úrslitið er, at tey hava funnið eitt slag av beriposum úr góðum tilfari, sum kunnu brúkast aftur og aftur, og hesar dagarnar brúka tey so til at mála posarnar í alskyns litum. Og í næstu viku fara børnini so hús úr húsi at geva teimum hvør sín posa.
Lærarin, Mariann Mikkjalsdóttir, sigur, at hetta er nakað, børnini sjálvi hava funnið upp á. Í hesum sambandi tosaðu tey við nógv fólk og tey vóru eitt sindur kedd av, at tað eru so fá, sum hava posar við, tá ið tey fara at keypa, men fáa sær bara plastposar úr handlinum at fylla vørurnar í, hvørja ferð, tey eru til handils.
Men børnini halda eisini, at tað skuldi verið dýrari hjá fólki at fingið plastposar úr handlinum, tí øll, tey tosaðu við, søgdu sum við ein munn, at kostaði plastposarnir 10 ella 15 krónur, høvdu tey heldur havt posa við sjálvi.
Mariann Mikkjalsdóttir sigur, at umhvørvisvernd er so inngrógvið í børnini, at hon veit ítøkiligt dømi um eina mammu, sum hevði verið til handils við einum barni í sama skúlaflokki, men sum ikki hevði tikið posa við heimanífrá.
– Barnið vild ikki hoyra talan um at mamman tók ein plastposa í handlinum, og tíansheldur mátti hon bera alla vøruna út í bilin í føvninginum, sigur lærarin.
Á umhvørvistiltakinum í gjárkvøldið høvdu børnini eisini eina beinleiðis áheitan á býráðið, og tað var at seta forboð fyri at brúka einnýtisíløt í skúlanum og á stovnum hjá kommununi annars.
Bjarni Hammer, sum er formaður í Trivnaðar og Umhvørvisnevndini hjá býráðnum, tók ímóti áheitanini og segði, at hetta er ein spurningur, býráðið fer at taka upp.