Vestmanna Kommuna er ikki sinnað at rinda fíggjarligan stuðul til børn, sum vilja sleppa at ganga í privatskúla í Havn.
Tað hevur bygdaráðið í Vestmanna einmælt samtykt.
Kommunan rindar heldur ikki stuðul fyri at vaksnir fólkaskúlanæmingar í Vestmannam kunnu fara til Havnar at ganga í Nám-X, sum er 10. flokkur í Havn.
Vestmanna Kommuna hevur fingið umsókn um fíggjarligan stuðul til tvey børn í Vestmanna, sum foreldrini vilja hava at ganga í forskúla og frítíðarskúla í Lítlaskúla, sum er nýggjur privatskúli í Havn. Lítliskúli hevur forskúla og skúla fyri børn úr 1. upp í 7. flokk, og frítíðarskúla fyri børn í 1. og 2. flokki.
Kommunan rindar ein part av gjaldinum, tað kostar hava eitt barn í skúlanum, men tað hevur ikki eydnast at fáa uppspurt, hvussu nógv hetta hevði kostað Vestmanna Kommunu.
Og Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at tað hevur heldur ikki eydnast kommununi at fáa upplýst, hvussu høgt, kommunala gjaldi er fyri at hava børn í privatskúla.
Vestmanna Kommuna hevur ikki áður fingið umsóknir um stuðul til frískúlar, men borgarstjórin sigur, at tey hava fleiri ferðir fingið umsóknir um stuðul til næmingar í Vestmanna, sum vilja leggja at ganga í Nám-X í Havn, ella á eftirskúla. Men tær umsóknirnar eru ikki gingnar á møti og grundgevingin er, at Vestmanna Kommuna hevur 10. flokk í skúlanum.
Tí heitti borgarstjórin, Pauli T. Petersen, tí á bygdaráðið um ikki at ganga umsóknini um stuðul til tey bæði børnini, sum vilja í Lítlaskúla, á møti. Hann vísti á, at í Vestmanna er bæði barnaansing og frítíðarstova.
Og tað varð einmælt samtykt í býráðnum um ikki at ganga umsóknini á møti.
Pauli T. Petersen heldur ikki, at kommunan eigur at rinda fyri at børn kunnu fara í skúla aðrastaðni, tá ið kommunan sjálv hevur nøktandi tilboð á økinum.