Børnini á Øresund

Simona býr í J á Øresund á Amager í Keypmannahavn. Simona er føroysk, men familja hennara býr í fleiri londum. Hon eigur tvær langommur og ein langabba. Tey búgva í Sørvági, Ålsgårde og Teheran. Ommurnar búgva í Føroyum, abbarnir í Keypmannahavn og Oslo. Fyribils.

 

Hon hevur ikki hitt langommu í Iran enn, men litmyndir eru sendar við posti báðar vegir. Simona lærir føroyskt heima og danskt í vøggustovuni. Seinni fer hon at læra enskt og kanska franskt ella spanskt ella persiskt? Møguleikarnir eru nógvir. Simona er uppkallað eftir ommuni og oldurabbanum, ið stovnaði háskúlan og skrivaði tjóðsangin.

Í grannalagnum, á Øresundskollegiinum, búgva fólk úr øllum heiminum. Meirlutin hevur danskan ella føroyskan uppruna, men íslendingar, amerikanarar, franskmenn, japanar, somaliarar, turkar og onnur hava eisini adressu á Dalslandsgade 8. Á spæliplássinum uttan fyri betongblokkarnar hoyrist danskt mál krúddrað við føroyskum, íslendskum og somaliskum orðum. Børnini hjá teimum lesandi spæla her. Nøkur teirra fara sjálvi at búgva á Øresund sum lesandi um eini tjúgu ár. Nøkur flyta úr Danmark forever, tá foreldrini hava fingið síni prógv og eru klár at fara á arbeiðsmarknaðin. Onnur verða verandi. Viðurskifti sum, hvar ein kennir seg heima, hvønn ein stovnar familju saman við, og hvørjar framtíðarætlanir ein hevur (um ein hevur nakrar), eru týðandi í valinum av heimaadressu.

Fyrr var frástøðan nógv longri úr Føroyum til Keypmannahavnar og restina av klótuni, tí sum antropologurin Thomas Hylland-Eriksen sigur kann man ídag ?reise fysisk hvor som helst i verden på et par døgn, og man kan kommunisere med mennesker hvor det skulle være når som helst, ved hjelp af faks, fon, e-post og videosystemer...grensene mellom kulturområder blir stadig mer flytende?. Atlantic Airways bjóðar til dømis vikuskiftisferðir til Íslands, Danmarkar og Skotlands, og nú hava vit eisini fingið beinleiðis flogsamband til heimsbýin London. Tað er onki minni enn ein søgulig hending. Nógvar føroyskar familjur eru í tveimum pørtum: tey sum búgva heima og tey sum eru niðri. Og hóast tað er dýrt at flúgva, so eru nógv glað um at hava onkran tey kenna, onkran at vitja, úti í tí stóra heiminum. Fólk við royndum úr ymsum samfeløgum hava tann fyrimun, at tey duga at síggja tingini úr fleiri sjónarhornum. Tey skilja sjónarmiðini hjá øðrum enn sær sjálvum. Franski heimspekingurin Montaigne segði longu í sekstandu øld: ?I am ashamed to see my countrymen besotted with that stupid disposition to shy away from ways contrary to their own...Wherever they go, they stick to their ways of abominate foreign ones?.

Børnini á Øresundskollegiinum eru øll ymisk, og hvørt einasta barn hevur stóran týdning fyri framtíðina. Tey eru børnini hjá tí nýggja ártúsundinum. Tey liva í einum øðrum familjumynstri, enn hitt eldra ættarliðið gjørdi. Blóð og jørð hava ikki líka stóran týdning fyri samleikan ár 2001 sum fyri hundrað árum síðani. Rithøvundurin Bringsværd sigur, at tann við báðum beinum á jørðini stendur í stað...tí samskifti millum ymsar sferur, bæði fysiskar og mentanarligar, eyðkennir okkara tíð.