Børnini sungu fyri krúnprinsfamiljuni

Nógv fólk var komið á bryggjuna í Klaksvík, tá Dannebrog legði at í morgun og krúnprinsparið kom í land. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og frú Vígdis Skorheim, tóku ímóti teimum, og dóttir teirra, Vón, handaði teimum blómur. Síðani heilsaðu tey upp á restina av býráðnum.

 

Leiðin gekk haðani yvir á Biskupstorg, har borgarstjórin greiddi frá nýggju miðbýarætlanini og Edvar Fuglø sýndi fram nøkur av sínum verkum.

 

Síðani spákaði krúnprinsfamiljan yvir í Ósalund, har børn úr dagstovnunum í kommununi og børn úr skúlanum á Skúlatrøð sungu nakrar sangir. Haðani gekk leiðin yvir í Norðoya Sparikassa.

 

Eftir vitjanina í sparikassanum fer krúnprinsfamiljan til Fugloyar, har Amalia í frammistovu, borgarstjóri, tekur ímóti í Hattarvík. Síðani fer leiðin til Mikladals, áðrenn kvøldið endar við einum døgurða í Spinnarínum, sum Klaksvíkar kommuna er vertur fyri.