Í september verður fiskivinnuráðstevna í Løkshøll í Runavík, sum R7 skipar fyri, og har talan verður bæði um føroyskar og útlendskar fyrilestrarhaldarar.
- Upplýsingin í sambandi við ætlaðu broytingarnar í fiskivinnunýskipanini kundi verið betri, og tí hava vit lagt okkum í seðlarnar og roynt at útvegað best møguligar fyrilestrarhaldarar, sum eisini umboða flest møgulig sjónarmið, sigur útvarpsstøðin.
Millum fyrilestrarhaldararnar eru tríggir professarar í búskapi - Charles Plott, Gary Lidecap og Martin Paldam, men eisini verður umboð fyri Fiskimálaráðið til staðar, umframt aðrar fyrilestrarhaldarar.
Ikki minst áhugaverdur er Charles Plott, sum kemur at greiða frá uppboðssølu í breiðari merking, so bæði tey, ið vilja hava og tey, ið ikki vilja hava uppboðssølu, kunnu fáa vitan, so tey betur kunnu grundgeva fyri síni støðu.
- Charles Plott kemur ikki til Føroya at siga okkum, vit skulu ella ikki skulu selja fiskirættindini á uppboðssølu, men skal vísa á møguleikar til at meta um tað, ætlanin er at gera, sigur R7.
Ætlanin er, at ráðstevnan, sum verður hósdagin 1. september, byrjar fyrrapartin klokkan hálvgum tíggju og endar seinnapartin klokkan fýra.