Búskaparfrøðingur skilir ikki vágbingar

Búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss, skilir ikki at vágbingar vóru so skjótir at vísa tilboðnum frá landsstýrinum frá sær

Økismenning

? Eg skilji ikki vágbingar.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, heldur, at vágbingar vóru dekan og skjótir at skúgva tilboðið frá Landsstýrinum til viks.
Landsstýrið skeyt herfyri upp fyri Vágs Býráð, at ætlaði miðnámsskúlin í Vági verður fluttur til Hovs og lagdur í ein skúladepil har. Afturfyri skuldi eitt røktarheim til 35 fólk byggjast á stykkinum í Vági, sum er grivið út til miðnámsskúlan.
Men Vágs Býráð vísti einmælt, og púra avgjørt, tilboðnum frá sær.

Álitiskreppa
Búskaparfrøðingurin skilir als ikki, at vágbingar so avgjørdir vístu tilboðnum frá Landsstýrinum frá sær.
Men hann hevur illgrunan um, at innast inni er tað er okkurt annað enn tey búskaparligu atlitini, sum býr undir teirri greiðu støðuni hjá Vágs Býráð.
Hann fær seg nevniliga ikki til at trúgva, at Vágs Býráð innast inni er ímóti einum slíkum tilboði.
Hann heldur tvørturímóti, at veruliga orsøkin til, at Vágs Býráð havnaði tilboðnum, er ein álitiskreppa ímillum Býráðið og Landstýrið.
? Eg tulki heldur avslagið frá Vágs Býráði sum eitt tekin um, at Býráðið ikki hevur álit á Landsstýrinum. Vágs Býráð hevur stríðst hart fyri at fáa ein miðnámsskúla. Og tað tykist sum um at vanliga hugsanin í Vágs Býráð er, at verður tað pilkað við ætlanina nú, fer skúlin als ikki at verða bygdur, men dettur heilt niðurfyri.
? Tað tykist sum um at Vágs Býráð ikki hevur so frægt álit á Landsstýrinum, at tilboðið er meint í álvara.

Miðnámsskúli kveikir ikki nógvlív
Í Sosialinum herfyri hevði samfelagsgranskarin, Dennis Holm, áhugarverdar hugleiðingar um, at ein miðnámsskúli í Vági hevði kveikt lív í nærsamfelagið og tí verður skúlin ein nógv størri vinningur, enn eitt røktarheim hevði verið.
Hann vísti á, at tey øki runt umkring, har størsta menningin er, eru tey øki, har útbúgvingarstovnar eru.
Hetta er partvís rætt, sigur Magni Laksáfoss. Men hann trýr ikki uppá, at ein miðnámsskúli í Vági fer at kveikja lív í nakað vinnulív, ella nakran vøkstur.
Tey øki runt umkring, sum veksa, eru ikki øki, sum hava miðnámsútbúgvingar. Tað eru øki, sum hava hægri útbúgvingarstovnar, har tað eisini er gransking. Men í Vági er talan um eina miðnámsútbúgving, har ongin gransking verður, og eg vænti ikki, at tað fer at geva ta menningina, sum Dennis Holm sipar til.
? Og undir øllum umstøðum vænti eg ikki, at tað ger nakran sum helst mun í so máta, um skúlin er í Vági ella í Hovi.
Hinvegin heldur Magni Laksáfoss, at eitt røktarheim kundi lyft búskaparligu støðuna í Suðuroy upp á eitt heilt annað støði.
? Tað hevði fingið sera stóra ávirkan á nærsamfelagið, tí her er talan um nýggj arbeiðspláss.
À einum røktarheimi til 35 fólk, høvdu verið meiri enn 35 fulltíðarstørv, tí í veruleikanum er talan um meiri enn eitt starvsfólk fyri hvørt búfólk.
Men Magni Laksáfoss vísir á, at serliga á hesum øki er heilt vanligt, at fólk arbeiða niðursetta tíð.
Sostatt ivast hann ikki í, at á einum røktarheimi til 35 fólk, høvdu eini 60 starvsfólk havt arbeiði.
Í hesum sambandi kunnu vit upplýsa, at á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi eru tilsamans pláss fyri 54 búfólkum.
Men her eru 56,4 starvsfólk.
Hinvegin eru tað rættiliga mong, sum arbeiða 3/4 tíð og hálva tíð. So tilsamans eru næstan 80 starvsfólk á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi.
Men afturat hesum koma so tey, sum avloysa ávís tíðarskeið vegna barnsburð, sjúku og í ferium.
Sostatt hevur Eysturoyar Ellis- og Røktarheim ein ómetaligan, arbeiðsskapandi týdning fyri nærsamfelagið í Eysturoy.
? À einum røktarheimi er harafturat fyri tað allarmesta talan størv til konufólk, sum tað er stórt trot á í Suðuroy.
Talan er harafturat um konufólkastørv við ymsum útbúgvingum, eitt nú sjúkrarøktarfrøððingar, heilsuhjálparar, fólk til køk og vaskarí, handverkarar til húsavørðar o.s.fr.
? Og so leingi ongi konufólkastørv eru í Suðuroy, er heldur ongin møguleiki at fáa mannfólk til Suðuroynna at búsetast, hóast teir kanska kundu fingið arbeiði.

Ikki ráð at lata vera
Tað hevur eisini verið spurt um kommunurnar høvdu havt ráð til at fíggja sín part av tí, sum eitt slíkt røktarheim kostar. Landið betalir helvtina av tí, eitt slíkt røktarheim kostar at byggja. Talan hevði verið sostatt um einar 17,5 milliónir, sum allar kommunurnar í Suðuroynni høvdu skula goldið til at bygt eitt slíkt røktarheimi. Hinvegin betalir landið allan raksturin sum hann er.
Kortini kann sigast, at í øðrum røktarheimum, sum eru bygt norðanfyri, eru serlógir gjørdar, so at landið eisini hevur betalt størri part av byggingini.
? Tað er ikki óviðkomandi at spyrja um kommunurnar hava ráð til at betala sín part. Men spurningurin er heldur um tær hava ráð til lata vera. Tí verður eitt røktarheim bygt í Suðuroy, fara komunurnar at fáa so ómetaliga nógv inn aftur í kommunuskatti og við tað, at so nógvur peningur kemur í umfar í nær samfelagnum.
Í einum slíkum røktarheimi høvdu lønarúteiðslurnar verið einar 15 milliónir um árið.

Neyðugt við størvum til konufólk
Fyri akkurát einum ári síðani, helt magni Laksáfoss fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í Vági um vinnuligu viðurskiftini í oynni.
Hann helt, at fremsta kravið til suðuroyingar, er, at fleiri arbeiðspláss verða skapt í oynni. Serliga arbeiðspláss til konufólk.
Hann legði dent á, at skal Suðuroyggin fóta sær aftur vinnuliga og skal afturgongdin í fólkatalinum vendast, skal ein størri, miðvís ætlan til, tí tað gerst ikki eftir einum degi.
Hann segði at tað týdningarmiklasta fyri økismenning er at arbeiðspláss verða skapt.
Hann vísti á, at í Suðuroy er stórt trot á konufólki í vinnuførum aldri og tað kundi bent á, at ov fá størv eru av tí slagnum, vit vanliga nevna konufólkastørv.
Tí helt hann, at suðuroyggin átti at sligið seg saman um at bygt eitt ellis- og røktarheim til eini 50 fólk.
Hann helt, at týdningurin av hesum, sum arbeiðsskapandi tiltak, skuldi ikki undirmetast, og eitt ellis- og røktarheim var ein skilagóð íløga, tí tað var ein íløga, sum ikki slepst undan undir nøkrum umstøðum, tí talið á eldri fólki økist so nógv.
? Á einum røktarheimi til 50 búfólk eru eini 100 arbeiðspláss og her er talan í nógv størstan mun konufólkastørv. Her er eisini talan er um góð og trygg størv við góðari løn, sum ikki eru bundin at skiftandi fiskiskapi ella sveiggjum í búskapinum annars og tað hevði tískil skapt stóran tryggleika í Suðuroy.