Búskaparvøkstur í 2010

Tað verður búskaparvøkstur í 2010. Hetta er niðurstøðan í meting frá Landsbankanum. Hinvegin sýnist torført at spáa um vøksturin, tí vøksturin kann liggja millum eitt og seks prosent, eftir eina niðurgongd á umleið trý prosent í 2009

Bruttotjóðarúrtøkan minkar við trimum prosentum í ár, men veksur við umleið trimum prosentum komandi ár. Tað sigur landsbankin í síni miðalmeting fyri 2009 og 2010. Hinir møguleikarnir eru millum eitt og seks prosent vøkstur í 2010.

Í øllum hesum verður gingið út frá, ein prísvøkstur verður á tvey prosent komandi árið.

Bankin grundgevur hesum við, at privata nýtslan, sum er minkað nógv, helst ikki fer at minka meira. Almenna nýtslan veksur eitt vet. Privata vinnulívið er bjartskygdari, hóast rentan á vinnulánum veksur. Almennu íløgurnar vaksa, men kommunurnar minka sínar íløgur. Og útflutningurin er minkaður so nógv, at hann helst ikki minkar meira í 2010. Harafturat metir ráðið, at búskapurin sum heild ikki er illa fyri, men avbjóðingar eru viðvíkjandi hallinum hjá landið og kommunum.


Betri útlit

Í meting síni greiðir Landsbankin frá, at búskapurin í løtuni er í einum lágkonjukturi. Størsta orsøkin er sambært landsbankanum altjóða fíggjarkreppan, sum hevur rakt hart, umframt at framleiðslan í fiskivinnuni er minkað nógv. Afturat hesum hevur svartskygni verið í húsarhaldunum, og tað hevur havt við sær, at lítið av peningi er nýttur, og tí eru inntøkurnar hjá Landskassanum minkaðar nógv. Til samans, afturat einum vánaligum lønsemi í fiskivinnuni, hevur hetta sambært ráðnum við sær, at landið er í lágkonjukturi.

Afturat hesum sigur bankin, at hóast arbeiðsloysið er vaksandi, so er tað so mikið lágt, at framleiðslan er nær markinum, hon kann vera.

Men bankin staðfestir, at hóast nógvar negativar gongdir hava verið, so er líkt til, at hesar javnast, soleiðis at gongdirnar verða betri í 2010.


Trupult 2010

Landsbankin hevur fleiri tilráðingar í síni meting, og ein av hesum, er at javnvág skal vera millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna. Tað sokallaða bygnaðarliga hallið, sum skal gerast eitt avlop.

Bankin staðfestir, at viðvíkjandi landinum hevur tað ikki verið eins stimbrandi á búskapin í 2009, sum tað var í 2008. Og tað er staðfest, at landið fær eina sera trupla uppgávu í 2010, tí partafelagsskatturin verður munandi minni. Lønarútreiðslurnar hækka og útreiðslurnar á eldraøkinum vaksa helst eisini. Umframt, at tað er lítið sannlíkt, at avgjaldsinntøkurnar koma aftur á støðið, tað hevur verið seinastu árini.


Kommunurnar missa

Sambært frágreiðingini hjá Landsbankanum fara flestu kommunurnar at merkja eina niðurgongd í skatta inntøkum, og hetta hevur við sær, at raksturin verður tyngri og íløgurnar færri. Hetta fer at hava við sær, at kommunurnar helst verða tálmandi á búskapin í 2010, tí tær mugu tátta í.

Tí verður ein tann størsta avbjóðingin sambært ráðnum, at gera skipanir, sum hava fyrilit fyri tørvinum hjá landinum og hjá einstaku kommunum. Tórshavnar kommuna verður tó undantikin í hesum metingum, tí hon helst kemur at klára seg.


Útflutningurin betri

Fyri 2009 verður mett, at útflutningurin er minkaður við meira enn tíggju prosentum. Hetta er ein ógvuslig niðurgongd, og hóast ráðið metir tað vera torført at meta um útflutning, so metir bankin, at útflutningurin fer at vaksa við umleið einum prosenti í 2010.

Hinvegin staðfestir bankin, at útflutningsvinnan kundi verið betri fyri, um meiri skipaði viðurskiftir vóru í fiskivinnuni, har rávørumongdin er minkað, søluprísir lágir og oljuprísir høgir.