Búskaparvøksturin størri enn mettur

Tað gongur gott í í búskapinum. Tølini peika rætta vegin og vit hava høgan búskapavøkstur, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.

 

Búskaparráðið hevur í dag lagt fram heystfrágreiðing sína. Í mun til várfrágreiðingina í mars, hevur Búskaparráðið hækkað metingina um búskaparvøksturin fyri 2015 úr 5,3 prosentum í 8,5 prosent og fyri 2017 úr 2,9 í 4,1 prosent.

 

Hann sigur, at orsøkin serliga er stóri prísvøksturin av alilaksi, umframt at øktu almennu íløgurnar eisini gera sín part. Minkandi vøksturin komandi ár stendst av einum minkandi eftirspurningi av føroyskum vørum uttanlands.

- Vit væntaðu, at vøksturin frá útflutningsvinnuni fór at vera minni, men so hevur laksaprísurin verið 55 prosent hægri í ár enn í fjør. Slík sveigg í laksaprísinum gera tað sjálvandi verri hjá okkum at meta um føroyska búskaparvøksturin, sigur Sverri Hansen.

 

Búskaparráðið ávarar tó enn einaferð um, at vit í Føroyum føra ein viðgangandi konjunkturpolitikk, sum væntandi økir um búskaparligu sveiggini í samfelagnum.

Tí mælir Búskaparráðið enn einaferð til, at landið og kommunurnar samskipa almennu íløguætlanirnar. Á hendan hátt kundi tað almenna ansa eftir, at búskapurin ikki verður yvirhitaður.

 

Gongdin í búskaparvøkstrinum seinastu árini hevur verið, at búskaparvøksturin var 5,8 prosent í 2014, 6,2 prosent í 2015, 8,5 prosent í ár og 4,1 prosent komandi ár. Hesi tølini eru tó bygd á metingar, tí seinasti tjóðarroknskapurin er fyri 2013.

 

Búskaparráðið sigur, at meðan nýstlan hevur verið mest støðugi parturin av innlendis eftirspurninginum, hava íløgurnar verið tann mest sveiggjandi parturin.

- Handilsjavnin hevur fyri tíðina størri yvirskot enn nakrantíð. Ein orsøk er betraða býtislutfallið í uttanlandshandlinum við øktum laksaprísum og minkandi oljuprísum. Eisini hava størru nøgdirnar av uppsjóvarfiski ávirkað úrslitið, skrivar Búskaparráðið.

 

- Búskaparligu indikatorarnir í seinastuni benda annars á ein týðuligari hákonjunktur við lágum arbeiðsloysi, nettotilflyting og búskaparvøkstri. Undir hesum umstøðum átti landsroknskapurin at víst eitt stórt yvirskot, metir Búskaparráðið.