Bústaðarneyðin í høvuðsstaðnum

Tað er alt ov vánaligt, at Tórshavnar kommuna ikki kann vera før fyri at nøkta bústaðartørv borgaranna, nú samfelagið aftur er farið at mennast og fleiri og fleiri ynskja at búseta seg í høvuðsstaði landsins.

Fróði Sigvardsen

Valevni Fólkafloksins



Og av tí at mestsum eingi grundstykki eru tøk í kommununi ? uttan okkurt ótøki, so verða tey fáu grundstykkini, ið eftir eru, nú seld fyri okursprís. ? Hetta ber als ikki til, men lagt eigur at verða á annan bógv ? ongantíð ov skjótt!

Umráðandi er eisini hjá kommununi at laga bústaðirnar til tann tørv, borgararnir haa, og tí eiga ikki allar bústaðarloysnir at verða skornar eftir sama leisti! Her ræður um fjølbroytni og eina skilagóða raðfesting, ið fevnir um allar aldursbólkar og ymiska tørv einstaklingsins!

Tann mesta búsetingin í Havn er og verður natúrliga vestur- og norðureftir. Her verður tí neyðugt at útvega nógv fleiri grundstykki og at byggja og/ella útbyggja bæði barnagarðar og býlingshús, so at børnini kunnu verða ansað av væl útbúnum starvsfólkum í tí heimliga umhvørvinum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Dagrøktarskipanin eigur eisini at verða stuðlað og ment.

Kommunan eigur eisini at bera so í bandi, at einlig og eldri fólk, ið hvørki ynskja ella hava tørv á stórum sethúsum, kunnu fáa smærri og bíligari íbúðir annaðhvørt til keyps ella sum leiguíbúðir. Dentur eigur at verða lagdur á at byggja eldraíbúðir í býarpørtunum. Á hendan hátt verður samstundis lættari hjá teimum mongu røktarsjúklingunum, ið nú standa á bíðilista, at koma inn á eitt røktarheim og har fáa ta røkt, teimum er tørvur á.

Dentur eigur somuleiðis at verða lagdur á at útvega medborgarum okkara vardar íbúðir í teimum førum, serkunnleikin heldur tað vera bestu loysnina.

Borgarligur politikkur er sosialur politikkur! Farið tí á val og veljið Fólkaflokkin ella eitt av valevnum hansara til býráðsvalið 21. november.