Sp/f Bulur hevur serliga lagt seg eftir at smíða sethús til føroysk viðurskifti, og tað vóru teir báðir, Jákup Suni Joensen av Signabø og Angi Johannesen úr Kollafirði, sum stovnaðu virkið og áttu hvør sína helvt í fyritøkuni.
Í 2017 broyttust ognarviðurskiftini í byggivirkinum, tá Angi Johannesen av heilsuávum valdi at selja sín part.
Tað vóru teir tríggir, Ási Dam, Heðin Block Nielsen og Jan Christiansen, sum keyptu seg inn í fyritøkuna. Í dag er tað tí Jákup Suni Joensen, sum saman við hesum trimum, ið eiga nú 20 ára gomlu fyritøkuna á Signabø.
Ein av nýggju parteigarunum, Ási Dam, er byggifrøðingur. Hann byrjaði at læra hjá Buli í 2006 og gjørdist byggifrøðingur á sumri í 2015.
Jákup Suni Joensen, sum gjørdist húsasmiður í 1980 og sum er stjóri í byggivirkinum, sigur, at við øktu krøvunum til bygging er neyðugt við byggifrøðingi, og hetta er avgerandi neyðugt, tá tú eisini gerst partur av størri, almennum verkætlanum.
- Vit hava ein góðan og dugnaligan starvsfólkahóp, sum liggur um 15 fólk, og umframt at vit hava byggifrøðing, hava vit eisini eksternan verkfrøðing, sum vit keypa tænastur frá, sigur stjórin.
Sp/f Bulur er í løtuni í samráðingum við Bústaðir um eina stóra byggiverkætlan í Berjabrekku í Havn.