Bústaðir og arbeiði til menningartarnað fólk

Torfinn Hentze, starvsnevndarlimur.

Á temadegnum Javni skuldi hava fyri løgtingsfólki mánadagin 19. apríl, skuldi eg havt henda fyrilestur. Men temadagurin varð avlýsur í síðstu løtu vegna ov ringa undirtøku. Vóni at fyrilesturin kortini kann røkka løgtingsfólki - og øðrum áhugaðum gjøgnum blað tykkara.


Tá Javni hevði vitjan av Lone Hertz í fjør, og vit í tí sambandi høvdu almennan fund í Norðurlanda-húsinum m.a. um bústaðarviðurskifti, vóru nøkur løgtingsfólk eisini møtt, og tað vóru vit í Javna fegin um.
Men tá nøkur teirra tóku orðið, kendist tað sum um, tey vóru ov illa inni í viðurskiftunum hjá fólki við menningartarni. Tað má vera tekin uppá, at vit í Javna ikki hava verið nóg dúglig til at upplýsa tey.

So hetta er helst eitt gott hugskot við hesum upplýsandi temadegnum fyri tykkum. Kanska fer hetta eisini at gera tykkum uppaftur betur løgtingsfólk fyri "okkara fólk", enn tit hava verið. Hvør veit.

-------------------------------------

Ætlanin við hesum innleggi er at royna at lýsa bústaðar- og arbeiðsstøðuna hjá fólki við menningartarni.

Fyrst, at lýsa støðuna sum hon nú er.
Og í tí smb. lýsa nakrar orsøkir til støðuna.

Fyri tað næsta, at lýsa hvussu hon átti at verið.

Fyri tað triðja, hvussu røkkast kann á mál.

--------------------------------


Støðan, sum hon nú er.

Vit skilja ímillum 3 ymiskar búformar. Bústovnar, sambýli og íbúðir. Og so tey, sum ongastaðni hava at búgva, uttan heima hjá foreldrunum. Hetta er so tann 4. búformurin, men hann átti ikki at verði til.

Eg fari at lýsa støðuna fyri hvønn búformin fyri seg.

Fyrst tey, sum búgva á bústovni.
Tann størsti bústovnurin er Eirargarður, har á leið 20 fólk búgva. Umframt eru 5 smærri bústovnar við frá 4 fólkum uppí 8 fólk. Sostatt búgva umleið 45 - 50 fólk undir bústovnaforminum enn. Tað serliga við hesum búformi er, at tey fáa ikki pensión sum onnur við breki. Her hevur hvørt búfólk sítt egna kamar, meðan køkur, uppihaldsrúm og bað/wc eru felags. Tað almenna rindar alt, mat, klæðir og alt annað. Eisini bústaðarkostna (ella húsaleiga), og starvsfólkakostna. Øll búfólkini fáa hvør sær somu upphædd í lummapengum, sum tey sjálvi kunnu ráða yvir.

Hesum bústaðarformi er tíðin langt síðani farin frá, og hann verður heldur ikki brúktur longur í londunum, vit plaga at samanlíkna okkum við. Ein lítið virðiligur máti at liva og búgva uppá.

Arbeiði hjá hesum fólkum.
Hesi fólk eru í flestu førum rættiliga illa fyri. Tey eru í arbeiðstíðini á virkishúsi ella tilhaldi, egnaði til tey. Eftir teirra umstøðum eitt gott "arbeiðstilboð".

Síðan tey, sum búgva á sambýli.
Tað vanligasta í dag er sambýli. Ein treyt fyri at kunna búgva á sambýli er, at man fær pensión, ella hevur aðra tilsvarandi inntøku. Tað er eisini tann bústaðarmátin, sum hóskar best til tey allarflestu av "okkara fólkum". Undantikið eitt nýtt sambýli í Klaksvík, sum varð bygt til endamálið, eru sambýlini ofta í vanligum sethúsum við umleið 6 búfólkum. Hvørt búfólkið hevur sítt egna kamar, og í summum førum - ikki altíð - sina egnu lítlu stovu og bað/wc. Harumframt er so felags køkur og uppihaldsrúm fyri øll búfólkini. Tey gjalda sjálvi allar útreiðslur sum onnur fólk. Tað verið seg mat, klæðir, olju, el og tílíkt, eins og húsaleigu. Tann stuðul teimum tørvar til dagligt, fáa tey frá starvsfólki. Tað gjalda tey tó ikki sjálvi. Starvsfólkatalið er ymiskt frá einum sambýli til annað. Tørvurin hjá búfólkunum avger tað. Búfólkini luttaka í dagliga húsarhaldinum eftir førimuni. Tey hava góðan møguleika fyri privatlívi. Hava tey brúk fyri at vera fyri seg sjálvan, so ber tað væl til. Hava tey brúk fyri samfelagi við hini búfólkini ella starvsfólk, so ber tað eisini væl til. Samanborið við bústovnaformin er tað ein virðiligari máti at búleikast uppá. Tey gjalda fyri seg sjálvan av síni pensión. Tey búgva jú á ein hátt fyri seg sjálvan, men hava góðan møguleika fyri sosialari samveru, stuðli og hjálp, og nýtast tí ikki at kenna seg einsamallan.

Arbeiði hjá hesum.
Flestu búfólkini arbeiða á vardum verkstað í arbeiðstíðini. Okkara vardu verkstøð eru øll stór og til nógv arbeiðsfólk. Flestu teirra trívast væl har. Men ikki øll. Av ymiskum orsøkum. Summi teirra egna seg ikki har. Onnur klára ikki at vera ímillum so nógv fólk, ella befinna seg ikki har av øðrum orsøkum. Verkstaðið "Vón" hevur í eina tíð roynt seg við einum "útiholdi" uppá 4-6 mans, sum hevur riggað væl. Nøkur heilt fá eru á vanligum arbeiðsplássum - tó ikki fyri vanliga løn.

So koma tey, sum búgva í egnari íbúð.
Nøkur heilt fá, sum eru væl fyri, búgva í egnari íbúð. Hesi gjalda eisini allar útreiðslur sjálvi av síni pensión. Flestu teirra fáa tó nakað av stuðli nakrar tímar um vikuna. (Her er stuðulsskipanin fyri vaksin við í myndini - ikki starvsfólk sum á sambýlum). Eisini ein virðiligur máti at liva og búgva uppá - um tey megna tað. Vandi er í hvussu so er fyri, at tey gerast einsamøll.

Arbeiði hjá hesum.
Hesi eru flest øll á onkrum vanligum arbeiðsplássi, men ikki fyri vanliga løn.

Og so endiliga tey, sum ongastaðni hava at búgva uttan heima hjá foreldrunum.
Hesi lutfalsliga nógvu hava væl alt barnaheimið meir ella minni at ráða yvir. Tey fáa eisini pensión. Hvussu hon verður brúkt ella, hvat hon verður brúkt til, man vera ógvuliga ymiskt. Foreldrið ella foreldrini eru í høvuðsheitinum stuðlar. Summi hava tó eisini stuðul frá stuðulsskipanini fyri vaksin.
Heldur ikki serliga virðiligur máti at búgva uppá hjá vaksnum fólki - viðhvørt tilkomnum fólki ella fólki væl komnum til árs.

Arbeiði hjá hesum.
Nøkur teirra eru á vardum verkstøðum. Onkur einstakur á vanligum arbeiðsplássi - tó uttan vanliga løn. Og fleiri hava onki at fara til. Kanska tí tað onki kostar í starvsfólkaløn at lata tey ganga heima hjá foreldrunum ella avvarðandi.

Samantak.
At síggja til - yvirfladiskt, so ljóðar alt hetta samanumtikið kanska ikki so galið, og tað er tað á ein hátt heldur ikki. Fleiri teirra hava jú rættiliga góðar umstøður. Men verður hugt eitt sindur nærri ella djypri, so eru fleiri vansar. Hugsa vit bert um bústaðir, so er størsti vansin og trupulleikin, at øll als ikki fáa sama møguleika at flyta úr barnaheiminum út at búgva.(tolir at verða lisið einaferð aftrat))
Og so er tað man spyr, hvussu ber nú tað til???


Nakrar orsøkir til hesa støðuna.
Yvirordna - sum man plagar at siga - trúgvi eg, at grundleggjandi orsøkin er, at politiski myndugleikin og samfelagið sum heild ikki gjørdu sær greitt í síni tíð, hvat tað fór at føra við sær og krevja í framtíðini, at hesir føroyingarnir í staðin fyri at verða eksporteraðir til Danmarkar í barna- ella ungdómsárunum, nú skuldu verða verandi í Føroyum. Ikki tí, at hetta ikki var tann rættasta avgerðin. Tað var tað. Ongin ivi um tað. Men tað hevur sett nøkur krøv til okkum sum samfelag, sum vit áttu at havt nøktað betri. Ikki tí, fleiri teirra hava, sum fyrr sagt fingið rættiliga góðar umstøður og møguleikar, bæði til bústaðir og arbeiði, men ov nógvir hava fingið ov vánaligar ella als ongar møguleikar. Altso, at samfelagið ikki hevur viljað goldið fyri, at øll hava kunnað fingið sama møguleika. Og tað kann ikki vera rætt. Og tí má tíðin nú vera komin til at gera nakað við tað. Vit mugu fáa betri skipaði viðurskifti á hesum økinum nú.

Hyggja vit meira undirordna og nágreiniliga at orsøkum, so er ein týðandi orsøk uttan iva, at lógarverkið á hesum øki als ikki er nøktandi. Tað - altso lógarverkið - áleggur ikki myndugleikunum og samfelagnum ábyrgd til at syrgja fyri bústaði og arbeiði til hesi fólk, tá tey gerast vaksin, men heimilar ella loyvir bara myndugleikunum at skaffa teimum bústað og arbeiði. Tað vil í roynd og veru siga, at tað er upp til tað til eina hvørja tíð sitandi politiska valdið at avgera, hvussu høgt ella lágt bústaðar- og arbeiðsøki hjá menningartarnaðum skal prioriterast í mun til annað alment virksemi í landinum. Og tað viðførir so, at tað er ógvuliga skiftandi og ósikkurt, hvussu nógv verður játtað frá einum ári til annað. Royndirnar seinastu nógvu árini hava í hvussu so er víst tørvandi játtanir á fíggjarlógini. Hesin problematikkurin verður annars sera væl lýstur í Álitinum um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum, sum er frá apríl 2000. Løgtingsfólk kunnu fáa álitið við at venda sær til Javna, um tey ikki longu eiga tað ella hava atgongd til tað.

Hesar umstøðurnar koma til sjóndar á tann hátt, at tá tey skula flyta út heimanífrá, fáa tey ikki pláss á nøkrum sambýli, tí sambýlini eru alt ov fá og nøkta als ikki tørvin. Ongir pengar verður sagt, tá spurt verður hví. Skuldi eitt einkult pláss verið leyst, er ikki sikkurt, at viðkomandi hóskar inn akkurát har. Menningartarnað fólk eru jú líka so ymisk sum vit onnur, og tað eru jú ikki øll sum hóska at búgva saman.

Og so kundi tað kanska hugsast, at tað eisini kann vera tað, at tað er bíligari fyri samfelagið - í hvussu so er í fyrstu syftu - at tey búgva heima hjá foreldrunum ella øðrum avvarðandi. Hesi fáa jú onga starvsfólkaløn.

Men tá so foreldur/avvarðandi fella frá, ella knappliga ikki orka meir, hava vit eina akutta støðu, soleiðis at tá má búpláss skaffast her og nú. Og tað kann ofta gerast rættiliga kostnaðarmikið. Haraftrat gerast rættiliga tyngjandi í aðrar mátar bæði fyri starvsfólk og búfólk.

-----------------------------------------------


Hvussu áttu so bústaðar- og arbeiðsviðurskiftini at verið?

Tá barnið er vaksið (umleið 20 ára aldur) vita myndugleikarnir, at tørvur verður á bústaði og arbeiði, og tá átti tilboðið at verið klárt. Persónurin er jú kendur í systeminum og tí eisini hansara tørvur / tørvir.

Stutt, sera einfalt og greitt.


-----------------------------------------------




Og hvussu røkka vit so tí málinum?

Og tað kann afturímóti ikki sigast so stutt, einfalt og greitt.

Í fyrsta lagi er neyðugt at broyta lógarverkið soleiðis, at myndugleikarnir hava plikt til at lata hóskandi bústað og arbeiði standa teimum menningartarnaðu í boði, tá tey hava aldur til at flyta heimanífrá. Tað átti ikki at verið neyðugt at lógfesta hetta, men royndirnar hava tíverri víst tað vera neyðugt. So vita tey og avvarðandi teirra, í hvussu so er, hvat tey kunnu krevja. Sum nú er kunnu tey onki krevja, bara vóna vælvild.

Henda veruleika - altso at tað er neyðugt at lógfesta rættindir hjá fólki við breki - hevur man viðurkent t.d. í Noregi og Danmark. Bæði í norsku sosialtjenesteloven og donsku serviceloven er staðfest, at landsins myndugleikar hava plikt til at syrgja fyri bústaði, arbeiði o.l. til fólk við breki. Havi ikki kannað tað aðrastaðni.

Játtandi politiski myndugleikin mátti eisini duga at sæð tað rímiliga og skilagóða í at játta neyðugan pening til bústaðir og arbeiðspláss so hvørt, sum tørvurin er, t.v.s. alla tíðina ella javnan. Tað er for seint, ella í hvussu so er øðiliga tungt at koma uppundanaftur, um hetta økið hjá menningartarnaðum sleppur at sigla líka so langt afturút, sum hetta sama økið hjá teimum við sinnisbreki, nú er. Vit skjóta tí upp, at gjørd verður ein 5 ella 10 ára ætlan fyri økið, og at farið verður í holt við tað alt fyri eitt.

Foreldur, sum av einari ella aðrari grund, kundu hugsa sær at havt nú vaksna barnið heima, kanska so leingi, sum tey orka líka væl sum nú, áttu at verði ráðgivin í, hvussu skilagott tað er at lata vaksna barnið flyta heimanífrá, bæði fyri sína egnu skuld og vaksna barnsins skuld. Aðrar góðar grundir kundu eisini verði nevndar, bæði persónligar og samfelagsligar, men lat tað liggja á hesum sinni. Men verður vaksna barnið ov leingi í barnaheiminum, so verður flytingin ofta bæði dýrari og truplari.

Havi ongantíð duga at sæð tað rætta og rímiliga ella natúrliga í bara at hava stór vard verkstøð. Smærri vard verkstøð ella arbeiðspláss kundu væl verði sett á stovn uttan so stórar íløgur. Samanber við áður nevnda útiholdið, sum er knýtt at verkstaðnum Vón. Kanska hevði hetta eisini kunnað minkað um útreiðslurnar til stuðlar í stuðulsskipanini fyri vaksin.

Annars átti tað at verið heilt natúrligt, at fleiri av okkara fólkum vóru at sæð á vanligum arbeiðsplássum. Ein møguligur máti at lønt teimum mátti kunna funnist í einum samanspæli millum pensión og samsýning. Fá av hesum fólkum kunnu vera har uttan stuðul og hjálp. Í staðin fyri at havt løntan stuðul við sær til arbeiðis, sum man viðhvørt ger í øðrum londum - tað hevði verið ov kostnaðarmikið, og heldur ikki serliga virðiligt - kundi okkurt álítandi fólk, sum starvaðist har, fingist at tikið sær ábyrgd av viðkomandi og hjálpt og stuðla honum. Sjálvandi fyri rímiliga samsýning.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri í ár er ongin játtan á fíggjarlógini til nýggjar bústaðir og arbeiðspláss til menningartarnað. Og tað var tað heldur ikki í fjør. Játtandi politiski myndugleikin hevur ikki prioriterað íløgur til hetta nóg høgt. Men tað kunnu vit ikki liva við, tí vit vita, at fleiri vaksin menningartarnað - onkur væl komin til árs - og teirra avvarðandi hava stóran tørv á búplássi her og nú. Altso akuttan tørv. Vit vænta og vóna tí, at útvegir kunnu finnast til at seta eitt sambýli á stovn beinan vegin.


----------------------------------------------------


Eitt sindur um bygging av nýggjum sambýlum og viðlíkahald av verandi sambýlum. Og so okkurt annað aftrat.

Tað frøddi meg at hoyra í útvarpinum, at landsstýrismaðurin í almannamálum nú ætlaði at fáa Húsalánsgrunninum heimild til at kunna fíggja m.a. nýggjar bústaðir til menningartarnað. Havi skilt, at í tí grunninum eru um leið 150 mill. tøkar. Vóni at heimildin eisini fer at fevna um viðlíkahald og møguliga eisini umbygging av verandi sambýlum. Tað treingir virkuliga til í fleiri førum.

Vóni eisini, at Húsalánsgrunnurin fer at kunna fíggja nýggj sambýlir til tey, sum eru ringast fyri og enn búgva á Eirargarði. Eisini at politiski myndugleikin finnur útvegir fyri, at øll tey, sum enn búgva undir bústovnaforminum, kunnu fáa pensión sum onnur. Hvussu tey eru fyri eigur ikki at vera avgerandi fyri, antin tey skulu fáa pensión ella ikki. Teirra støða er ikki virðilig, sum er.

Fari at heita á løgtingsfólk um at skapa landsstýrismanninum í almannamálum møguleikar fyri at kunna lata Serstovnadeildina fara undir at byggja nýggj sambýli til menningartarnað við tí nýggja sambýlinum í Klaksvík sum fyrimynd. Landskassin eigur at bera kostnaðin av tí partinum av bygninginum, sum skal nýtast til felagsrúm og starvsfólkarúm, meðan leiguinntøkurnar frá íbúðunum hjá búfólkunum fíggja restina. Um ein leiga 2000 kr. stór (tað er vanliga leigan í dag) ikki klárar fíggingina yvir tey vanligu 20 ella 30 árini, so má áramálið leingjast. Ella má pensiónin hækkast, so búfólkini orka at gjalda hægri leigu.

Eftirskúli fyri menningartarnaðan ungdóm verður, sum skilst byrjaður í ár. Endamálið við honum er at gera tey, sum skulu ganga har, so sjálvbjargin og sjálvstøðug sum møguligt. Henda skúlagongd gevur onga meining, um ikki bústaðar- og arbeiðstilboð standa teimum í boði aftaná lokna skúlagongd.

Eg noyðist at minna á byggimálið í sambýlinum í Smærugøtu, tí líknandi mál stinga seg upp av og á til stóran ampa fyri okkum. Tá kommunalar byggisamtyktir kunnu tulkast soleiðis, at tær diskriminera fólk við breki í at seta búgv í einum øki, sum annars sambært byggisamtykt kommununnar er íbúarøki, so fari eg at heita á tykkum løgtingsfólk um at lóggeva fyri, at hetta ikki skal kunna bera til í framtíðini.
Smb. løgtingslóg nr.13 um býarskipanir og byggisamtyktir § 4, skal landsstýrið góðkenna byggisamtyktir. Tí hava løgting og landsstýri medábyrgd fyri, at slíkt kann koma fyri.

Fari at loyva mær at enda við hesum orðum um míni egnu viðurskifti. Eg eri ómetaliga takksamur fyri, at mín menningartarnaði sonur, sum nú er 30 ára gamal, var so heppin her fyri 1_ ári síðani at sleppa at búgva á einum sambýli, har hann hevur tað sera gott undir góðum og tryggum umstøðum. Og tað allarbesta er at fáa loyvi til at uppliva, at hann er í góðum hondum hjá sera dugnaligum starvsfólki við einum avbera sunnum og medmenniskjaligum hugburði til búfólkið. Tíbetur eru tað fleiri enn eg, sum kunnu siga tað sama.

Men eg hevði viljað ynskt, at umstøðurnar vóru soleiðis, at øllum foreldrum kundi unnast at uppliva tað sama, meðan tey enn eru í hampiliga góðum árum.
Takk fyri.