- Ov seint gongur at nøkta bústaðartørvin, tí tað almenna við egnum felag hevur gjørt av at byggja bústaðirnir, sum tørvur er á. Úrslitið er, at privatir aktørar á byggimarknaðinum halda seg aftur, og at dynamikkurin í bústaðarbyggingini er minni, enn hann kundi verið, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum, Selmar Nielsen í seinastu útgávuni av Ráðgevarablaðnum.
Selmar Nielsen heldur ikki, at tað er rætt at lata Bústaðir føra í royndini at nøkta bústaðartørvin í Føroyum.
- Politiska avgerðin at lata eitt alment felag byggja allar bústaðir, ið tørvur er á, hevur skeiklað marknaðin. Vit vita um fleiri privatar bústaðarverkætlanir, sum ikki eru vorðnar veruleiki, tí kappingin við tað almenna er ójøvn, sigur hann.
Hann heldur annars, at privatir aktørar væl kundu sett meiri ferð á bústaðarbyggingina, men at eingin teirra megnar at kappast við Bústaðir og tí kemur ov lítið burtur úr.
Hann heldur ikki, at tað almenna við verandi politikki røkkur sínum máli at nøkta bústaðartørvin. Meðan eftirspurningurin framvegis er væl størri enn útboðið, fæst leigprísurin heldur ikki niður, og prísurin fyri sjálvt gamlar kjallaraíbúðir er ov høgur.
- Tað almenna eigur at endurskoða sín bústaðarpolitikk, serliga við tí endamáli at fáa fleiri aktørar at fara undir at seta ferð á bústaðarbyggingina. Kapitalur trýtur ikki í landinum til endamálið, sigur Selmar Nielsen.