Bumbumaðurin, sum sýtir fyri at siga teimum donsku myndugleikunum, hvør hann er, er ættaður úr Kekenia. Tað sigur ein belgiskur ítróttarvenjari sambært blaðnum B.T. Belgiski venjarin hevur sæð myndir av manninum, sum bleiv tikin í Keypmannahavn aftan á spreingingina á einum hotelli, og hann er ikki í iva um, at talan er um ein 24 ára gamlan mann úr Kekenia.
-Hatta er L.D. Hann er úr Kekenia, er 24 ára gamal og hevur gingið til venjingar í mínum felagi í fimm ár, sigur venjarin. Hann leggur afturat, at hann hevur ikki sæð mannin teir seinastu átta mánaðirnar, men at hann hevur tosað við unnustu hansara.
-Hon sigur, at hann fór til Luksenburg í síðstu viku, men at hon kann ikki fáa samband við hann longur, sigur venjarin.
Danska løgreglan vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini í B.T.