Chelsea hevur havt eina misjavna byrjan upp á kappingarárið í ár og í kvøld hevur enska fótboltssambandið givið Chelsea venjarinum eina bót upp á yvir 100.000 krónur fyri útsøgn eftir tapti móti QPR fyri kortum.
Tað var eftir 1-0 tapið á Loftus Road móti grannunum úr Queens Park Rangers, at 34-ára gamli Chelsea venjarin gav ilt av sær. Í dystinum fekk Chelsea bæði Jose Bosingwa og Didier Drogba útvístar í fyrra hálvleiki, umframt at Chelsea kendi seg snýttar fyri brotsspark.
- Dómarin var vánaligur, sera sera vánaligur og tað ávirkaði úrslitið, segði Andre Villas-Boas eftir dystin.
Enska fótbóltssambandið hevur nú givið portugisanum eina bót upp á yvir 100.000 krónur, hóast hann motmætli til tað seinasta, skrivar Dailymail í kvøld.
Chelsea fekk eisini eina bót á tvífalt so nógv fyri ikki at hava tamarhald á spælarunum hjá sær í dystinum. Chelsea fekk sjey gul kort í dystinum afturat teimum báðu reyðu.
Andre Villas-Boas, sum tók við Chelsea venjarastarvinum í summar, er yngsti venjari í Premier League í løtuni við sínum bara 34 árum.