Bøta um Bussleiðina

Ætlanin við nýggju koyriskipanini hjá Bussleiðini er at gera leiðina nógv meira effektiva, sigur formaðurin í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar Býráð

Bussleiðin

Bussleiðin skal bjóðast út av nýggjum og effektiviserast munandi, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Teknisku Nevnd Tórshavnar Býráðs.
Hann sigur, at kannað hevur verð yvir eitt longri tíðarskeið, hvussu bøtast kann um raksturin á Bussleiðini, sum ikki verður hildin at vera nøktandi.
Bussleiðin hevur árliga eitt undirskot upp á einar 11 milliónir krónur, sum borgararnir í Havn gjalda, vísir hann á. Samlaði kostnaðurin er 14,8 milliónir, og munurin har í millum eru so inntøkurnar.
Kanningarnar vísa, at sunnudag brúkar næstan eingin bussin, sigur Sjúrður Olsen. Eini 60 til 100 fólk soleiðis alt í alt. Sama er leygarkvøld. Tí er gjørt av, at í nýggja útbjóðingartilfarinum skal eingin koyring vera frá klokkan 17 leygardag til mánamorgun.
Trýstið á bussarnar er um morgunin fram móti klokkan tíggju, og so aftur seinnapart, tá skúlarnir eru lidnir. Tað eru mest skúlanæmingar og pensionistar, sum brúka bussarnar, sigur Sjúrður Olsen.
Hinvegin fer so at vera gjørt væl meira burtur úr koyringini hinar dagarnar, tá bæði fleiri túrar veðra koyrdir, eins og koyrt verður seinni á kvøldi.
Uppskot hava verið frammi um at koyra við 20 minutta millumbili. Men tað fer illa at bera til, sigurt Sjúrður Olsen, tí tað krevur einar tríggjar bussar og einar fimm milliónir afturat inn í verandi skipan.
Í nýggja útbjóðingartilfarinum verða munandi strangari krøv sett bussunum, sum fara at koyra, enn tað eru í dag. Til dømis verður elsti bussurin, sum fer at byrja í nýggju skipanini, í mesta lagi trý ára gamal, og støðið verður av sær sjálvum nógv hægri, enn tað er nú.
Nýggja útbjóðingartilfarið verður lagt fram á býraðsfundi í Havn í kvøld. Ætlanin er at bjóða koyringina út í næstu viku, og at tilboðini skulu vera inni aftur í august.