"Juvel" eitur stásiligi báturin hjá Heðini Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu.
Vilmund Jacobsen, reportari var so heppin at sleppa at verða umborð á Juvel, og har gjørdi hann samrøður við Heðin Zachariassen. Borgarstjórin fegnast um bátatalið, og tiltakið "Bátahugni", sum er komið í eina fasta og góða legu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi við Heðin Zachariassen, og tey fittu abbabørnini hjá honum. Á ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan, har Heðin Zachariassen yvir sendaran bjóðaði bátafylginum at verða vælkomið til Bátahugnan.