Bátastevna á Toftum við hugna og veitslulagi

Aftur í ár skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátastevnu við hvíld, hugna og góðum veitslulag, sum Bátafelagið so málandi sigur tað. Hesuferð verður bátastevnan á Toftum vikuskiftið 7. og 8. mai, men svikstartað verður longu fríggjakvøldið 6. mai, tá ið diskotek verður fyri tey ungu.

Felagið sigur, at bátarnir, sum koma á stevnuna, kunnu fáa ravmagn og vatn. Samstundis eru góðir hentleikar til tey, sum ætla sær á bátastevnu við húsvogni, bæði hvat ravmagni vatni og wc viðurskiftum viðvíkur.

Tey, sum ætla sær á bátastevnu við báti, skulu leggja sær í geyma, at allir bátarnir møtast inni við bátahylin í Skálafirði leygardagin 7. mai klokkan 12:30.

- Haðani sigla allir bátarnir so úteftir fjørðinum, og tá ið teir nærkast Toftum, vera teir móttiknir við góðum tónleiki.

- Tá ið bundið er, verður eldstaðurin kyndur, og borðreitt verður við buffum og tí, sum hartil hoyrir.

Miðdepilin á stevnuni verður tað stóra tjaldið á bryggjuøkinum og har verður undirhald av ymsum slagi, bæði tónleikur, kór og mótaframsýning og har verður eisini kafeteria.

Tríggir, sum fara at syngja og spæla eru teir vælkendu, Hallur Joensen, Hanus G. Johansen og Niels Midjord.

Ein siðvenja á stevnuni er uppboðssøla av tekningum og hesuferð hevur ein kendur teknari spíska sær blýantin og hevur teknað skemtitekning av vælkendum toftamonnum.

Børnini verða heldur ikki gloymd og har verða bæði hoppiborgir og annað undirhald til tey.