Ódnarveðrið týsmorgunin gjørdi um seg í Skúgvi, har stórur skaði hendi í brimi í bátahylinum.
Hans J. Henriksen sigur, at boðað var frá góðum líkindum og menn hugsaðu tí ikki um at taka bátarnar upp. Útsynningur var og tað er eisini góð ætt, men seinni kom hann av útnyrðingi og menn gjørdu seg klárar at taka bátarnar upp. Hetta var týsmorgunin um hálvgum nýggju tíðina.
Tað eydnaðist ikki at bjarga einum fimmmannafari, sum var í góðum standi og var væl útgjørt. Tað fyltist og lá til ónaðir í hylinum, áðrenn tað fór í knús.
Menn royndu at fáa bátar upp, men hetta var trupult. Tískil fingu eisni aðrir bátar skaða. Millam annað eitt 7 mannafar og eitt 10 mannafar.
Menn í vanda
Menn stóðu undir garðinum á bryggjuni og har síggja teir ikki, hvat fer fram hinumegin garðin. Tvey brot komu yvir menninar, men teir fingu í ein enda og fingu hildið sær á landi. men her var rættiligur vandi á ferð og støðan kundi verið verri, siga tey í Skúgvi.
Frammi hevur verið, at bátahylurin í Skúgvi er ikki, sum ætlað. Millum annað eru skúvoyingar illa nøgdir við, at dýpið er ikki, sum ætlað og rættarsak er við Landsverkfrøðingin um hetta.
Hans J. Henriksen metir tó ikki, at dýpið í hylinum hevði nakað at siga týsmorgunin. Men hann vísir á, at hylurin sum heild er ikki, sum menn í Skúgvi vildu hava hann at vera. Hann vendir ikki rættan veg. Eisini vísa skúvoyingar á, at ein kann ikki ganga og draga bátar oman og niðan, sum í gomlum døgum, tá nýggjur bátahylur er komin fyri nógv milliónir krónur.
Hans J. Henriksen sigur, at í Skúgvi er tey fegin um, at eingin mannskaði hendi, tí hitt fæst aftur so ella so.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.