Bøturnar hjálpa ikki

Frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

 

Steðgi- og parkeringsviðurskiftini við skúlarnar í høvuðsstaðarøkinum eru eitt afturvendandi evni. Hvønn morgun eru børn í lívsvanda av ólógligum steðgi, yvirháling og parkeraðum bilum við høvuðsljósum tendraðum. Løgreglan heldur, at fleiri fysiskar broytingar mugu verða gjørdar í fleiri støðum, áðrenn viðurskiftini kunnu fáast toluliga í rættlag.

Bøtur í hundraðtali eru skrivaðar við skúlarnar. Men hetta tykist ikki at hjálpa.