Heimarøkt
Ósemjan ímillum heimarøktirnar í Suðuroy og mynduglerikarnar í Havn tók eina nýggja vend um vikuskiftið.
Heimasjúkrasystrarnar hava boðað frá, at frá 1. november í ár høvdu tær ongan bil at brúka í arbeiðnum
Hetta er eitt elligamalt stríð og fyri nógvum árum síðani fóru heimarøktirnar kring landið í verkfall fyri at fáa tænastubil.
Nógvar av teimum hava rættiliga stórt øki at røkja og tað er neyðugt at hava bil, fyri at kunna passa sjúklingarnar forsvarligt.
Fyrst í ár fóru tær aftur av álvara í holt við at fáa Almannaø- og Heilsummálastýrið at útvega teimum tænastubil. Tær settu freistina til 1. oktober, og boðaðu frá, at eftir tað, fóru tær ikki at brúka sínar egnu bilar.
Eftir áheitan varð freistin tó longd til 1. november og seinast í okotober komu so boð um, at Almanna- og Heilsumálastýrið hava søkt um pening til sjey bilar á eykajáttanarlógini fyri oktober, sum skal leggjast fram nú. Bilarnir skulu so býtast ímillum heimarøktina í øllum landinum.
Heimarøktirnar kring landið arbeiða tískil sum vant. Men ikki í Suðuroy, tí tær vilja ikki lata sær lynda at útseta freistina einaferð enn, tí tær halda, at Almanna og Heilsumálastýrið hevur havt ríkiligt av tíð at loysa málið. Og tá ið tað ikki er gjørt, er tað tí, at Stýrið misbrúkar støðuna og hevur litið á, at samvitskan hjá heimasjúkrasystrunum fór at forða teimum í at seta tiltøk í verk.
Kostar nógv
Men í Suðuroy stóðu tær sostatt við sítt og síðani 1. november hava tær ongan bil havt. Ístaðin hava tær verið til gongu, brúkt Bygdaleiðir ella koyrt í hýruvogni.
Hetta hevur forðað arbeiðnum rættiliga nógv, tí nú fáa tær ikki røkt teir sjúklingar, sum tær hava, so væl, sum tær áttu.
Hetta er eisini ein dýr loysn, tí keldur í heimarøktini siga, at tær brúka nakrar hundrað krónur um dagin til hýruvogn, fyri at kunna røkja arbeiðið sum frægast.
Fingið súkklu
Um vikuskiftið hendi so nakað, sum rættiliga fekk sinnini í kók hjá heimarøktini í Suðuroy.
Ístaðin fyri at fáa bil, sum tær hava biðið um, hava tær nú fingið súkklu til arbeiðsbrúk.
Um vikuskiftið sendi Serstovnadeildin tvær súkklur til Suðuroy, eina til Vágs og eina til Tvøroyrar.
Hetta er ivaleyst meint sum ein fyribils loysn og fyri at gera tað lættari at koma runt.
Helst eru súkklurnar sendar í bestu meining, men tær vóru ikki móttiknar í sama anda.
? Tað var við eini blanding av vreiði og skemti, at vit tóku ímóti súkklunum, siga tær
Heimarøktir, vit hava tosað við, siga, at tað liggur í hvussu so er fast, at tær ætla ikki at røra súkklurnar.
?Hesa tíðina er stormur, kavi og gler á vegnum og tað er ofta beinleiðis lívshættisligt at fara á súkklu.
Tær vísa eisini, at summar av heimarøktunum eru tilkomnar konur, har flestu teirra ikki hava sitið á súkklu síðani tær vóru óvitar og aðrar hava ongantíð sæð súkklu fyrr......
Økið, sum hv-r heimasjúkrasystir hevur at røkja er eisini so stórt, at tað er ikki hugsingur um at fara á súkklu.
Aðrar, sum hava sæð tað skemtiliga í tí, vísa á, at onkur av heimasjúkrasystrunum hevur sjúkrasystranæming í starvsvenjing og spurt verður speiskliga, um ætlanin er at næmingurin skal renna aftaná súkkluna, ella sita aftanfyri??!!?? Tær siga, at súkklurnar hava eina kurv frammanfyri - hon er ivaleyst til journalirnar hjá sjúklingunum??!!!???
Onkrar av heimasjúkrasystrunum hava halda, at hetta er tekin um, hvussu lítla virðing Almanna- og Heilsumálastýrið hevur fyri teimum og teimum sjúklingum, tær røkta.
So súkklurnar, tær standa, har tær verða settar og heimasjúkrasystrarnar brúka framvegis hýruvogn, ella, har tað ber til, Bygdaleiðir, ella tær ganga.