B36 er topplið, og B36 hevur framvegis ikki tapt, nú fyrsti triðingur av kappingini er av.
Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 í Runavík, og teir høvdu sætta sigurin á árinum við sær suður aftur í Gundadal.
Úrslitið var, at B36 vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Sigurin ber við sær, at B36 er oddalið við 21 stigum. NSÍ er á fimta plássi við 13 stigum.
Tobias Hansen hjá B36 skoraði tvey mál, og hann legði upp til eitt mál. Tobias Hansen átti uppleggið, tá ið Pætur Kjærbo miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 20 ára gamla Pæturi Kjærbo í næstbestu deildini.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Tobias Elmelund Hansen B36 á odda 2-1, og sjey minuttir undan leikloki var hann aftur málskjútti, tá ið hann skoraði sigursmálið og fyri fjórðu ferð í ár var málskjútti í næstbestu deildini í ár.
Í 21. minutti levði Ragnar Steinhólm NSÍ á odda 1-0. Hetta var fyrsta málið hjá Ragnari í næstbestu deildini í ár. Eitt korter undan leikloki javnaði NSÍ liðformaðurin Súni Hansen til 2-2. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Um eina viku hittast NSÍ og B36 aftur í Runavík.