So er tað greitt. B36 hevur tryggjað sær FM heitið. Harvið hevur árstalsfelagið vunnið meistaraheitið tíggju ferðir.
Í fagrastu líkindum eru nógvir hundrað B36 fjepparar á Svangaskarði, har tey bæði vóru kløkkað, og síðani síðsta korterið sólaðu sær í veruleikanum, at tað fór at eydnast at vinna FM undan síðsta umfari, tá ið tað leygardagin verður sett punktum ímóti HB.
B36 vann 3-1 ímóti B68. Fýra stig eru millum grannafeløgini í Gundadali undan innanhýsis uppgerðiní í síðsta umfari. Harvið er tað greitt, at B36 er meistari.
Meðan fýrverkið gelti yvir Svangaskarð ásannaði sera fegni B36 venjarin, Sámal Erik Hentze, at hetta var strævnari, enn hann hevði vónað, at tað fór at verða:
-Vit vóru alt ov spentir, og tað darvaði spælið. Tað var mótbrekka, tá ið B68 legði seg framum beinanvegin. Men vit vístu, hvør dugur er í okkum. Okkara arbeiddu væl og nógv, men spælið kundi verið betri. Fram ímóti endanum vóru røsku toftamenninir púra útlúgvaðir, men kortini dugdu vit ikki í dag at samanspæla soleiðis, sum vit fyrr í ár so ofta hava víst, at vit megna, staðfesti Sámal Erik Hentze.
B36 formaðurin Heiðrikur Christiansen, sum stútt og støðugt alt árið hevur verið um liðið, er ovurfegin. Hann heldur tað var gott, at B68 skoraði beinanvegin:
-Eg var ikki komin á vøllin, tá ið okkara lógu undir. Men vit høvdu stundir at venda gongdini, og tað eydnaðist. Hetta er úrslit av dyggum arbeiði av framúr venjara, góðum spælarum, og øllum teimum sum hava hjálpt til og øllum teimum mongu viðhaldsfólkunum, sigur fegni B36 formaðurin.
-Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og eg tók ikki hendurnar úr lummanum og fegnaðist fyrr enn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Onnur hava fyrireikað nógv, um tað skuldi hent, at vit vunnu FM í dag, og tí verður tað opið hús í Gundadali í kvøld, har øll eru væl komin, sigur Heiðrikur Christiansen.
Liðformaðurin og hjálparvenjarin Jákup á Borg noyddist longu í 1. hálvleiki skaddur av vøllinum. Hann var við, tá ið B36 í 1997 vann FM fyri fyrstu ferð í 35 ár. Hann hevur vunnið FM fimm ferðir áður, men í dag er hann ikki í iva:
-Felagið hevur í dag vunnið tíggjunda FM heitið, og tað er tað størsta, sum eg havi verið við. Hóast B68 skoraði beinanvegin, so var eg ongantíð bangin fyri, at tað ikki skuldi eydnast at vinna og harvið at tryggja okkum FM heitið. Tað hevur eydnast í Runavík og í Fuglafirði, og tað eydnaðist í dag. Vit spældu við høvdinum undir arminum í 1. hálvleiki, men kortini vóru vit á odda. Hóast tað ikki gekk, sum vit høvdu ætlað og vónað, so hava vit ongantíð verið róligari, enn vit vóru í steðginum, tá ið vit gjørdu av at venda aftur til grundina, er viðmerkingin hjá sera fegna Jákupi á Borg.
Undan síðsta umfari er alt avgjørt uttan, hvør skal vinna fjórða plássið og harvið, hvør skal vinna síðsta atgongumerkið til Europa. NSÍ hevur framvegis besta møguleikan, men NSÍ 3-0 tapið í Gundadali ímóti HB ber við sær, at EB/Streymur og KÍ eisini hava møguleika.
26. umfar
KÍ-AB 5-1 (3-0)
1-0: Heðin á Lakjuni 15.
2-0: Henry Heinesen 26.
3-0: Johan Jacobsen 43.
4-0: Heðin á Lakjuni 60.
5-0: Hjalgrím Elttør 71.
5-1: Sandri Færø 74.
ÍF-EBStreymur 0-2 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen 12.
0-2: Arnbjørn Hansen 85.
B68-B36 1-3 (1-2)
1-0: Ibrahima Camara 1.
1-1: Adeshina Lawal 12.
1-2: Alex Mellemgaard 45.
1-3: Klæmint Matras 69.
Reytt kort: Niklas Poulsen, 87. (2 gul)
Skála-Víkingur 3-3 (3-0)
1-0: Edvin Jacobsen 12.
2-0: Jákup Johansen 15.
3-0: Holgar Durhuus 17.
3-1: Andreas Lava Olsen 50.
3-2: Finnur Justinussen 64.
3-3: Sølvi Vatnhamar 80.
HB-NSÍ 3-0 (3-0)
1-0: Jóan Símun Edmundsson 6.
2-0: Pál Mohr Joensen 16.
3-0: Jóan Símun Edmundsson 24.
Støðan eftir 26 umfør
B36 (FM) 61
HB 57
Víkingur 46
NSÍ 37
EB/treymur 37
KÍ 36
ÍF 28
AB 25
B68 17
Skála 13
27. umfar
Leygardagin 25. oktober
Víkingur-B68
NSÍ-ÍF
EB/Streymur-KÍ
B36-HB
AB-Skála
---
LIÐUGT
1-3
1-3
Róaldur Jakobsen smekkar til úr 18 metrum, og bólturin brestur í tværtræið!
90) 1-3
3 minuttir lagdir aftrat.
86) 1-3
Vongverjin hjá B68 í høgru, Niklas Poulsen, hevur sæð gula kortið fyri aðru ferð, og harvið er hann farin av vøllinum. Hesa ferð var tað fyri fríspark ímóti Alex Mellemgaard.
B36 viðhaldsfólkini senda í góðveðrinum rakettir yvir Tofta bygd.
82) 1-3
Millum B36 viðhaldsfólkini verður gjørt klárt at fagna FM heitið.
Inni á vøllinum hava teir í B36 besta hugin at hava bóltin á egnari hálvu, og B68 megnar nú ikki at hótta.
Jonleif Højgaard hjá B68 er farin av vøllinum.
71) 1-3: Klæmint Matras
So er FM heitið heilt tætt undir borðinum. Eftir horna frá Alex Mellemgaard hevur Klæmint Matras, sum er liðformaður, eftir at Jákup á Borg fór út, við høvdinum sent bóltin í málið. Stórur fagnaður millum tey í B36 - á og kring vøllin.
67) 1-2
B68 brestir frá sær. Hákun Edmundsson hevur av brotsteigarmarkinum havt góða roynd, men bólturin fór dygst omanfyri málið!
65) 1-2
Tað er framvegis spennandi og javnt, og soleiðis sum tað hevur gingið fyrra partin av 1. hálvleiki, so bendir einki á, at B36 skal vinna lættan sigur og harvið sannførandi tryggjað sær FM heitið.
63) 1-2
Benjamin Heinesen loysir Heina í Skorini hjá B36 av.
57) 1-2
Eftir verjukiks varð Lawal púra blankur, men Hans Jørgensen stórbjargaði.
54) 1-2
Líkindini eru av teimum fagrastu. Tórður Thomsen heitir á mongu B36 viðhaldsfólkini um at heppa á sítt lið. Tað eru nógvir nervar í B36 leguni. Einki bendir á, at B36 ætlar at økja um ferðina og harvið at pressa B68 til mistøk.
48) 1-2
B68 leggur aftur bragdliga fyri, og tað hevur longu verið spent støða í B36 brotsteiginum.
46) 1-2
Somu spælarar eru aftur á vøllinum, sum vóru har, tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.
Fyrri hálvleikur var bæði javnur og væl spældur. Spurningurin er nú, um tað fer at eydnast B68 at varðveita høga støðið.
45) 1-2: Alex Mellemgaard
Eftir skjótt álop og diagonalsending frá Adeshina Lawal hevur Alex Mellemgaard lagt B36 framum. B36 er aftur á FM kós!
43) 1-1
Nú er B36 alt meiri leikliga omaná, men tað stendur framvegis á jøvnum í málum.
B68 spælir ikki sum niðurflytari ímóti meistara!
39) 1-1
Toftamenn eru sera uppsettir, og higartil er tað einki, sum bendir á, at B36 skal vinna lættan sigur.
Heini í Skorini roynir seg úr góðari støðu eftir innlegg frá Lawal, men bólturin verður taklaður til horna.
Lawal hjá B36 og Jonleif Højgaard hjá B68 hava havt risa møguleikar.
30) 1-1
Adeshina Lawal misnýtir hundrað prosent møguleika, eftir at miðverjin Jóhan Dávur Højgaard var óheppin og gleið!
Nógv ferð og gott undir hald!
26) 1-1
B36 liðformaðurin Jákup á Borg er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Símun Joensen. B36 umskipar liðið. Símun Joensen er nú vongverji í vinstru, Alex Mellemgaard er framrættaður í høgru, og Heini í Skorini er í vinstru síðu.
B36 er um ein háls av sera skjótu og ágrýtnu heimamonnunum, sum dríva á og spæla seg til málmøguleikar, eitt nú Óli Olsen.
23) 1-1
B36 spælir við eld. Heimaliðið er sera væl upplagt, og nú var um reppið, at Óli Olsen legði B68 framum aftur.
14) 1-1: Adeshina Lawal 13.
Eftir innlegg frá Lukasz Cieslewicz hevur Adeshina javnað. Lættin er stórur millum tey mongu í B36 leguni.
8) 1-0
B36 liðið er ikki sørt skelkað. Toftamenn leggja seg ikki niður, og heimaliðið stríðist framvegis væl.
3) 1-0
B68 leypur á, og nú var um reppið, at tað aftur endaði við máli, eftir at Jonleif Højgaard breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri.
1) 1-0: Ibrahim Camara 1.
B36 er skelkað. Sekundvísarin var ikki komin runt fyrstu ferð, tá ið Ibrahim Camara eitt sindur úr høgru setti bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen.
B68-B36 kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B68: Hans Jørgensen - Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen - Hákun Edmundsson, Evrard Blé, André Olsen - Óli Olsen, Ibrahim Camara, Jonleif Højgaard
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard - Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Heini í Skorini - Adeshina Lawal
---
LIÐUGT
3-0
75) 3-0
Andrew av Fløtum er farin av vøllinum, og í hansara stað er Hilmar Leon Jakobsen komin inn í HB álopið.
Jústinus R. Hansen og Harald R. Højgaard eru komnir inn á NSÍ liðið í staðin fyri ávikavíst Christian Høgna Jacobsen og
Poul Ingason er komin inn á HB liðið í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.
65) 3-0
HB hevur fult og heilt tak á tí.
57) 3-0
NSÍ hevur bóltin mesta partin av tíðini, meðan HB bíðar eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
50) 3-0
NSÍ hevur lagt bragdliga fyri.
46) 3-0
Somu spælarar á vøllinum, sum vóru har, tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
3-0
40) 3-0
Jann Martin Mortensen er komin inn á NSÍ liðið í staðin fyri Sjúrð Jacobsen.
35) 3-0
NSÍ hevur roynt at pressa, men í løtuni bendir einki á, at tað skal eydnast.
24) 3-0: Jóan Símun Edmundsson
Eftir fríspark hevur Jóan Símun skorað fyri aðru ferð í dag. HB ger sítt fyri at varðveita spenningin í kappingini.
15) 2-0: Pál Mohr Joensen
HB hevur lagt bragdliga fyri. Fyri aðru ferð er Pál Mohr Joensen brotin ígjøgnum, og hesa ferð eydnaðist tað at seta bóltin framvið Andras Gango.
11) 1-0
Eingir málmøguleikar hava verið, síðani HB setti hol á. Heimaliðið er meiri á bóltinum.
6) 1-0: Jóan Símun Edmundsson
Andrew av Fløtum breyt ígjøgnum í vinstru og Jóan Símun Edmundsson møtti innlegginum og stýrdi bóltin í málið!
HB-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
HB: Teitur – Jógvan Rói Davidsen, René S. Joensen, Fróði Benjaminsen, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Sjúrður Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Andy Olsen, Christian Høgni Jacobsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen
-----
LIÐUGT
0-2
85) 0-2: Arnbjørn Hansen
Eftir upplegg frá miðvallaranum Arnar Dam hevur Arnbjørn Hansen skorað og av álvara styrkt um støðuna hjá EB/Streymi í kappingini um altjóða atgongd.
80) 0-1
60) 0-1
ÍF legði bragdliga fyri, men tað kom einki burturúr, og nú gongur jav tað javnt á í Fuglafirð
HÁLVLEIKUR
0-1
Tað hevur verið friðarligt, síðani EB/Streymur legði seg framum og harvið styrkti um sína støðu í kappingini um altjóða luttøku næsta summar.
12) 0-1: Hans Pauli Samuelsen
Niels Pauli Danielsen átti innleggið.
ÍF-EB/Streymur kl. 15.00
-----
LIÐUGT
3-3
80) 3-3: Sølvi Vatnhamar
So er javnt á Skála.
62) 3-2: Finnur Justinussen
So er spenningur á Skála. Víkinga toppskjúttin Finnur Justinussen hevur minkað um munin.
50) 3-1: Andreas Lava Olsen 48.
Í fínum líkindum hevur Lava minkað um munin. Spurningurin er, um tað fer at eydnast Víkingi at taka skandalu úrslitið í 1. hálvleiki aftur.
HÁLVLEIKUR
3-0
Steypavinnararnir og bronsuvinnararnir í landskappingini, Víkingur, líkjast ikki sær sjálvum í dag, og heimaliðið á Skála líkist ikki einum niðurflytara.
Longu eftir stórt korter var Víkingur aftanfyri við trimum málum, og tað hevur ikki eydnast síðsta hálva tíman av 1. hálvleiki at svara aftur.
17) 3-0: Holgar Durhuus
Skála er fyri langari tíð síðani flutt niður, men Skála hevur ikki lagt kongin. Nú 1. Hálvleikur er hálvrunnin, er støðan 3-0 til Skála ímóti steypavinnarunum í Víkingi!
14) 2-0: Jákup Johansen
12) 1-0: Edvin Jacobsen
Skála-Víkingur kl. 15.00
-----
LIÐUGT
5-1
75) 5-1: Sandri Færø 72.
70) 5-0: Hjalgrím Elttør
KÍ er á veg ímóti ársins størsta sigri.
60) 4-0: Heðin á Lakjuni
Eftir fríspark frá Hjalgrím Elttør úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram, so skoraði Heðin á Lakjuni fyri aðru ferð í dag.
42) 3-0: Jóhan Jacobsen
So hava báðir vongverjarnir hjá KÍ skorað. Fyrst var tað Heðin á Lakjuni í vinstru, og nú var tað Jóhan Jacobsen í høgru, sum skoraði úr stuttari fjarstøðu.
30) 2-0: Henry Heinesen 26.
Eftir horna var tað Henry Heinesen, sum við høvdinum setti bóltin í málið. KÍ spælir fyri at vinna fjórða plássið, og í løtuni sær tað ikki at vera heilt ómøguligt.
15) 1-0: Heðin á Lakjuni
Klaksvíkingar eru sera ágangandi, og nú hevur superveteranurin Heðin á Lakjuni sett hol á.
KÍ-AB kl. 15.00
-----
Møguleiki er fyri, at spurningurin um FM heitið verður svaraður í dag. B36 er á Svangaskarði, og um B36 megnar eins stóra úrtøku ímóti B68, sum HB megnar í Gundadali ímóti NSÍ, so verður B36 meistari.
Tað eru nógvir B36 fjepparar á veg inn á Toftir. Bilrøðin úr høvuðsstaðnum og norður í Sundalagið, um brúnna og gjøgnum tunnilin og millum Fjarða og út eftir eystara armi á Skálafjørðinum slitnar ikki sundur.
B36 fjepparar í kanska túsunda tali ætla sær at vera eygnavitni, tá ið teirra felag tryggjar sær tíggjunda FM heitið.