B36 er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á fyrru hálvfinaluna millum TB og B36

Savnsmynd

Seinnapartin klokkan 16.30 byrjar fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum TB og B36 við Stórá.

 

Bæði liðini hava havt eina haltandi gongd í landskappingini. TB er nummar fýra í 1. deild við 17 stigum, og B36 er nummar fimm í Betrideildini við 15 stigum.

 

Átta altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava B36 sum ein stóran favoritt.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 8,00 og 9,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,75 og 6,40.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 1,20 og 1,27.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd