Í kvøld klokkan 20 spæla NSÍ og B36 við Løkin í Runavík. Fyri gestirnar úr Gundadali er týdningarmikið at vinna dystin, men tað verður uttan orkuríka áleyparan, Sebastian Pingel. Hann er leikbannaður.
B36 er í løtuni á triðja plássi við 37 stigum fyri 16 dystir, meðan heimaliðið er á fjórða plássi við 35 stigum fyri 17 dystir. Framamnfyri eru HB og KÍ við ávikavist 46 og 41 stigum fyri 17 dystir. KÍ og HB hittast í kvøld.
Tí er hetta upp á fleiri mátar ein týdningarmikil dystur fyri B36. B36 er í innanhýsis stríði við NSÍ um triðja plássið, sum kann geva atgongd til Evropa komandi kappingarár. B36 er eisini í kapping við KÍ um at bjóða HB av um FM. Eitt silvurheiðursmerki gevur við vissu eitt av teimum trimum plássunum í Evropa komandi kappingarár.
B36 hevur havt eina góða gongd í seinastu, har liðið hevur vunnið á øllum uttan HB. Eisini í Evropa. Ein lyklaspælari hevur verið orkuríki danski áleyparin, Sebastian Pingel. Hann hevur verið eitt satt lokomotiv í álopium í summar. Hann hevur leikbann, eftir at hann hevur fingið fýra gul kort. Tí verður nýggjur maður í álopinum.
Dysturin millum NSÍ og B36 verður klokkan 20. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn.
##med2##
Liðtíðindi - B36:
Ikki við: Sebastian Pingel (leikbann), Hugin Samuelsen (búkskaði, ógreitt hvussu leingi), Erlendur Magnusson (knæið, óvist)
1. | HB | 17 | 40 | 46 |
2. | KÍ | 17 | 38 | 41 |
3. | B36 | 16 | 29 | 37 |
4. | NSÍ | 17 | 18 | 35 |
5. | Víkingur | 18 | 10 | 32 |
6. | ÍF | 18 | -16 | 20 |
7. | EB/Streymur | 18 | -23 | 19 |
8. | TB | 18 | -16 | 10 |
9. | AB | 18 | -40 | 7 |
10. | Skála | 17 | -40 | 2 |
(faroesoccer.com)