B36 vann allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti ÍF hetta kappingarárið í Betrideildini.
B36 vann fyrst tveir trivaligar 5-1 og 3-0 sigrar á ÍF, men í tí triðja dystinum á ovara vølli í Gundadali beit ÍF væl frá sær, og tá gjørdist bert talan um ein tepran 1-0 sigur.
Samlaða úrtøkan gjørdist níggju stig til B36 og ein málúrtøka, ið sigur 9-1 í teimum trimum innanhýsis dystunum.
B36-ÍF 5-1 (2-0) - 14. mai
ÍF-B36 0-3 (0-3) - 1. juli
B36-ÍF 1-0 (1-0) - 2. september
Kelda: FaroeSoccer