Í dýrdarveðri hevur B36 vunnið 2-0 á Víkingi í Sarpugerði í kvøld.
Eftir 1. hálvleik var 1-0 til B36. Miðvallarin Heini í Skorini skoraði málið eftir risa møguleika, sum stóðst mest sum burtur úr ongum.
Sum 2. hálvleikur leið legði Víkingur meiri fyri í álopspartinum, uttan at tað eydnaðist heimamonnunum at spæla seg til fleiri upplagdar málmøguleikar.
Ein sera góðan møguleika fekk Víkingur tíðliga í 2. hálvleiki. Dómarin peikaði á brotssparksblettin, eftir at Finnur Justinussen var farin um koll. Miðvallarin Sam Jacobsen royndi úr ellivu metrum, men hann sendi bóltin upp um málið.
Fram ímóti dystarenda var tað innskifti miðvallarin Ingi Højsted, sum staðfesti B36 sigurin, eftir fínt einmansavrik og innlegg úr vinstru frá Lukasz Cieslewicz.
Úrslitið ber við sær, at B36 nú er fýra stig frammanfyri Víking, sum ikki hevur møguleika at taka stig frá B36.
Hetta var fyrsta tapið hjá Víkingi á heimavølli í ár.
Víkingur-B36 0-2 (0-1)
0-1: Heini í Skorini 27
0-2: Ingi Højsted 90.+3.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen (Andreas Lava Olsen, 71.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Blé (Kaj Leo í Bartalsstovu, 71.), Hans Jørgen Djurhuus (Símun Hansen, 60.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Evrard Blé, Atli Gregersen og Finnur Justinussen
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini (Ingi Højsted, 77.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen (Atli Danielsen, 64.), Súni Olsen - Jákup á Borg (Mahmud Suleiman, 88.), Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Heini í Skorini og Mahmud Suleiman
Liðugt
0-2: Ingi Højsted 90.+4.
Eftir skjótt mótálop í vinstru, har Lukasz Cieslewicz sneiddi framvið mótstøðumanni, stýrdi innskifti Ingi Højsted bóltin í málið, og harvið vann B36 2-0.
90.+2
0-1
Eftir Víkinga horna fór B36 í skjótt mótálop. Finnur Justinussen fekk gult kort fyri at steðga Mahmud Suleiman, ið var um at gerast leysur. B36 spælarin var firtin og sá gult fyri at hevna seg.
Dómarin hevur lagt 4 minuttir aftrat!
90 min.
0-1
Jákup á Borg er farin út, og Mahmud Suleiman er komin inn á B36 liðið.
Samanspælið hjá B36 er hugflogsríkari, enn tað er hjá heimaliðnum, sum tykist strongt og sendir langar bóltar fram í B36 verjuna, sum er væl skipað.
88 min.
0-1
Tað gongur sera striltið hjá Víkingi at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Vongverjarnir eru rættuliga frammarlaga, og heimaliðið fekk einki burturúr frísparksinnleggi.
Atli Gregersen, liðformaðurin hjá Víkingi, sá nú gult fyri at brúka seg við dómaran!
86 min.
0-1
B36 hevur verið vandamikið í skjótum mótálopi, og tað var um reppið, at talan gjørdist um stóran møguleika til Lukasz Cieslewicz, sum Erling Jacobsen annars hevur havt í stuttum tjóðri.
83 min.
0-1
Víkingur hevur av álvara lagt trýst á B36, sum hevur ilt við at rudda upp, tá ið teir í árstalsfelagnum hava fingið fatur á bóltinum.
80 min.
0-1
Síðani Víkingur skifti út, hevur talan verið um støðugt trýst á B36 málið.
Víkingur hevur verið í brotsteiginum nakrar ferðir, men tvær skotroyndir vóru blokeraðar.
Víkingur hevur havt góða frísparksroynd, men bólturin fór omanfyri málið.
Ingi Højsted er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri málskjúttan Heina í Skorini.
75 min.
0-1
Hjartvardur Hansen og Evrard Blé hjá Víkingi eru farnir av vøllinum, og í teirra stað eru komnir Andreas Lava Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu. Útskiftingarnar boða frá, at Víkingur nú spennir álopsbogan í roynd at svara aftur, nú eitt korter er eftir.
Atli Danielsen hevur verið ein brandur á B36 miðvøllinum, síðani hann kom á vøllin.
70 min.
0-1
Finnur Justinussen hevur tvær ferðir verið rættuliga tætt við. Í fyrra førinum fór bólturin dygst fram við stólparótini, og í seinna førinum bjargaði Meinhard Joensen.
Eftir B36 álop hevur Heini í Skorini havt skotroynd, sum Geza Turi bjargaði.
Síðani hevur Geza Turi bjargað væl eftir gott B36 uppspæl og skotroynd frá Lukasz Cieslewicz.
B36 er leikliga sera væl við í løtuni.
65 min.
0-1
Heini í Skorini hjá B36 hevur sæð gult eftir nærdyst við Evrard Blé.
Símun Hansen hevur loyst Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi av.
Eftir fínt álopsspæl, har Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg vóru sentralir, bjargaði Geza Turi væl eftir skotroynd frá Lukasz Cieslewicz.
Róaldur Jacobsen hjá B36 er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Atli Danielsen.
Róaldur hevur fyrra partin av 2. hálvleiki verið sera eyðsýndur í álopsspælinum.
60 min.
0-1
Víkingur hevur havt risa møguleika at javna, men teir kiksaðu. Dómarin peikaði á brotssparksblettin, eftir at Finnur Justinussen fór um koll eftir nærdyst við Jonas Flint Rasmussen á brotsteigarmarkinum.
Miðvallarin Sam Jacobsen royndi seg úr ellivu metrum, og hann sendi bóltin dygst omanfyri tvørtræið!
55 min.
0-1
Fótbóltsspælið er batnað. Tað eru ikki so mong long spørk, og miðvallararnir við skapandi evnunum eru meiri við nú, enn teir vóru í 1. hálvleiki.
50 min.
0-1
B36 hevur havt bestu royndina eftir steðgin. Samanspælið millum Lukasz Cieslewicz og Róald Jacobsen hevur riggað væl nakrar ferðir, og tað var eftir sovorðið samanspæl, at Róaldur Jacobsen hevði góða roynd ímóti Víkinga málinum. B36 hevur síðstu løtuna verið í álopsstøðu.
Hálvleikur
0-1
Hóast talan er um tey bæði toppliðini í Vodafonedeildini, so hevur tað ikki verið nógv at sæð av samanhangandi fótbóltsspæli. Heldur spæla bæði liðini við longum sendingum, og tað ber við sær, at fyritreytirnar hjá sentralu og skapandi spælarunum eru ikki góðar.
45 min.
0-1
Tað gongur framvegis javnt á. Málmøguleikarnir eru fáir og ikki serliga upplagdir.
Dómarin hevur lagt ein minutt aftrat vanligu leiktíðini.
40 min.
0-1
Víkingur hevur síðstu løtuna ofta verið í B36 brotsteiginum, og teir hava havt tvey hornaspørk, uttan at talan hevur verið um vandamiklar støður.
Tá ið víkingarnir royna at flyta fólkið fram, so lúrir vandin fyri skjótum mótálopum.
Higartil hevur tað gingið illa hjá báðum pørtum at fáa samanspæl á miðvøllinum. Ofta verður roynt við longum sendingum.
35 min.
0-1
Finnur Justinussen varð spældur leysur í brotsteiginum, vann tvídystin við Odmar Færø, men tá ið hann royndi við skoti úr leysari støðu, bjargaði Meinhard Joensen. Hetta var fyrsti veruligu møguleikin hjá Víkingi.
30 min.
0-1: Heini í Skorini 26.
Møguleikin kom mest sum burtur úr ongum. Brádliga var Heini í Skorini, sum í útgangsstøðu er miðvallarin longst til høgru hjá B36, púra leysur, og hann sveik ikki, tá ið hann varð púra leysur frammanfyri Geza Turi.
Víkinga miðvallarin Evrard Blé hevur sæð gult eftir nærdyst við Lukasz Cieslewicz. Tað var heimamaðurin ógvuliga misnøgdur við.
25 min.
0-0
20 min.
0-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. Tað er tætt, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
15 min.
0-0
Tað er framvegis málleyst í Gøtu. B36 hevur verið leikliga omaná síðstu løtuna. Súni Olsen hevur sent hornaspark innfyri og eisini frísparkssending, uttan at tað er vorðið vandamikið í brotsteiginum frammanfyri Geza Turi.
5 min.
0-0
Víkingur hevur havt bóltin størra partin av tíðini, men enn hevur eingin málmøguleiki verið.
Tað eru nógvir áskoðarar í Sarpugerði, og tað bæði hoyrist og sæst nógv til teir.
Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði eru av teimum bestu í kvøld. Tað er yvirskýggjað, stilt og turt.
Uppstillingin hjá Víkingi er tann, sum hon hevur verið seinastu ferðirnar, tá ið allir spælararnir hava verið tøkir.
Hjá B36 er vert at leggja til merkis, at landsliðsspælarin Atli Danielsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu, hesa ferð er á beinkinum, meðan Róaldur Jacobsen er á miðvøllinum. Hann hevur fleiri ferðir verið á beinkinum, síðani Atli Danielsen fyrr í summar kom til felagið.
Víkingur-B36 kl. 18.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus - Finnur Justinussen
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz