Tað hevur ligið í luftini alt kappingarárið, og sunnudagin varð tað staðfest, at B36 í ár 2000 aftur fer at hava lið í næstbestu deildini. Í síðsta umfarinum vunnu teir stórt á grannunum úr HB, og ósigurin hevði við sær, at nú er endaliga staðfest, at HB fer ikki at hava lið í 3. deild komandi ár. Teir hava bara vunnið seks stig, og tískil hava teir ongan møguleika at røkka næstaftasta plássinum.
HB hevur heldur ikki møguleika at bjarga plássinum við at spæla seg upp úr 4. deild, tí har er greitt, hvør skal spæla í finaluni. Finalan verður leygardagin klokkan 17, hon verður spælt á Argjum, og tað verða AB og B36, sum skulu stríðast um rættin til beinleiðis uppflyting. At B36 hevur vunnið 3. deild ger, at teir so at siga eru kvalifiseraðir at flyta upp úr 4. deild. Liðið, sum tapir leygardagin, fær ein nýggjan møguleika at stríðast fyri uppflyting, tí teir skulu spæla móti næstaftasta liðnum í 3. deild.
Við sigrinum á GÍ slapp TB undan hóttanini av næstaftasta plássinum. Mest upplagdu kandidatarnir eru FS Vágar og KÍ. Hesi bæði liðini skuldu havt spælt síðsta vikuskifti í Vágum, men dysturin varð útsettur, tí boð komu úr Klaksvík um, at heilsustøðan var ikki so góð. Eftir tí, sum vit hava fingið upplýst, so skuldi dysturin spælast í gjárkvøldið.
B68?VB 1?0 (1?0)
Vágbingar vóru vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa nakað burturúr. Serliga í 2. hálvleiki var fleiri ferðir um reppið, at teir komu til møguleikar, men teir vóru herviligir at detta í rangstøðufelluna, sum toftaverjan ofta gjørdi nyttu av.
Heimaliðið vísti ikki avrik, sum boðaði frá, at teir samanlagt ætla sær at vinna dystirnar um eitt pláss í 2. deild ? um teir fara at megna at koma so langt. Men tað var kortini ikki verri enn so, at teir høvdu øll stigini eftir á Svangaskarði. Einasta málið kom, tá 37 minuttir vóru farnir. Lusio, sum hesar nógvu síðstu vikurnar hevur havt fast pláss í 3. deild, streyk ígjøgnum í vinstru, og Jóhannes Petersen setti fótin á innleggið. B68 var fleiri aðrar ferðir nær við, men Finnbogi Olsen vardi málið hjá VB sera væl.
B36?HB 9?1 (4?0)
Tað eydnaðist HB at skava eitt lið saman, men, sum úrslitið sigur frá, so megnaðu teir ikki at gera nakra mótstøðu.
Egil Zachariasen hevði sitið á beinkinum í 1. deild allar 90 minuttirnar, og í hesum síðsta umfarinum, sum tað var loyvt at flyta niður í lægri deild, skoraði hann fimm mál í 3. deild. Hann skoraði til 7?1 og 8?1 í ávikavíst 85. og 88. minutti, og ein annar av eykamonnunum í 1. deild, Dánjal P. Johansen, setti síðsta naglan í, tá tað restaði ein minuttir.
Tað gingu seytjan minuttir, áðrenn Gunnar Nielsen fekk hol á, og tá B36 fekk brotsspark fýra minuttir inn í seinna umfarið, kom málmaðurin, Tróndur Vatnhamar fram at seta bóltin framvið Eigili Olsen, sum hevði meiri at síggja til í HB málinum, enn felagin í hinum málinum.
TB?GÍ 6?2 (2?0)
Gøtumenn løgdu nógva orku í 2. deild síðsta vikuskifti. Teir megnaðu at skava nóg mikið av fólki at fara suður til Tvøroyrar sunnumorgunin. Dysturin varð spældir klokkan 12.30, og so sóu teir 2. hálvleik í Sumba.
Á Sevmýri hótti GÍ bara heimaliðið fyrstu tíggju minuttirnar av seinna umfarinum, tá ein av veteranunum, Petur Páll Mikkelsen, minkaði um munin. Seinna umfarið var tá tríggjar minuttir gamalt, og næstu lítlu løtuna royndi GÍ at trýsta, og teir hildu eina ferð, at Kim Petersen hevði fingið bóltin inn um stólpan, áðrenn Herman Albinus í TB málinum fekk hann út frá aftur, men tað helt dómarin ikki.
Í 70. minutti gjørdi GÍ sjálvmál. Tá var longu ein løta síðani, at TB hevði endurvunnið yvirvágina, sum teir høvdu í fyrra umfarinum. Teitur Rasmussen skoraði til 1?0 í 8. minutti, og Poul F. Joensen økti í síðsta minuttinum undan hvíldini. Í seinna umfarinum skoraði ungi Teitur Rasmussen aftur, meðan meiri kend fótbóltsnøvn á Tvøroyri tóku sær av hinum málunum. Magni Petersen, sum var álitisfullur liðformaður í 1. deild, tá Frank Skytte var venjari hjá TB, men ikki hevur spælt í fremstu røð síðani, tí hann hevur verið burtur, staðfesti kærkomna sigurin.
ÍF-B71 6?1 (1?1)
Við tapinum mistu sandoyingar møguleikan fyri at røkka heiðursmerkjaplássi. Fuglfirðingar tryggjaðu sær í hvussu so er bronsuna, og um sandoyingar megna at gera nakað við B68 í komandi vikuskiftinum, so fer ÍF framvegis at hava vónina um uppflytingardystir, tá teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av gøtumonnum. Hetta er eisini treytað av, at teir vinna á HB í Gundadali, og skulu vit meta út frá avrikunum hesar síðstu ferðirnar, so skuldu góðir møguleikar verið fyri tí, men eingin veit, hvussu HB liðið fer at verða mannað, fyrrenn teir eru komnir á vøllin.
Í 1. hálvleiki var ikki nógv skil á. 34 minuttir vóru farnir, tá Allan Simonsen setti hol á fyri B71, men Ken Bærendsen, sum er komin afturíaftur eftir óhepnan skaða, javnaði í síðsta minuttinum við framúr góðum dúkkandi skoti úr stórari fjarstøðu. Bólturin tók í krúllin á einum sandoyingi, áðrenn hann sigldi omanfyri Hendrik Juul í málinum.
Í seinna umfarinum fekk ÍF rættuliga gongd á samanspæli, og teir skoraðu í 50., 56, 73., 81. og 82. minutti.
Áskoðararnir høvdu tað heilt skemtiligt, og teir upplivdu eitt sindur av hvørjum. Fýra minuttir fyri leiklok fekk Ernst Løkjá hjá B71 annað gula kortið og noyddist harvið av vøllinum. Og tveir minuttir fyri leiklok hendi tað sjálvsama, at tveir menn úr sama liði fingu reyða kortið í senn. Eftir innanhýsis ósemju noyddust bæði Símun Jensen (beinleiðis reytt kort) og Eirikur Poulsen (tvey gul kort) av vøllinum, og sostatt vóru bara átta sandoyingar eftir, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.