Fótbóltur
B36 ferðalagið fór í hvassa vindinum úr Sarpugerði við øllum stigunum. Harvið var setningurin rokkin, og sjálvandi fegnaðust spælarar og trúgvu áskoðararnir sjálvandi um viðførið úr Gøtu, tí tað ber við sær, at B36 framvegis er annað av tveimum teimum bestu boðunum upp á FM heitið.
Talan var um arbeiðssigur, sum varð vunnin undir torførum umstøðum. Høgættarvindurin upp á tvørs av vøllinum bar við sær, at tað var torført at at leggja langar avleveringar. Orsaka av vindinum gjørdust tær ikki so neyvar, sum góðu bóltspælararnir annars plaga at vera førir fyri at leggja tær.
Men kortini var tað eftir júst eina langa og neyva sending, at B36 skoraði málið, sum bar sigurin við sær. B36 álop varð bygt upp úr miðverjuni. Santos, sum eftir leikbann pyntaði væl um á vinstra vongverja, legði langa diagonalsending úr vinstru og aftur um vinstra vongverjan hjá GÍ, sum ikki var heilt ansin, tá ið arbeiðssami Heini í Skorini, yvirhálaði hann í uttaru síðu, tamdi bóltin í ferðini og gav sær stundir til at senda trygt framvið Geza Turi og í handara síðunetið.
Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki, og síðani kendist B36 leiðslan ongantíð at vera í rættuligum vanda. Tá ið munurin bara er eitt mál, kann tilvildin sjálvandi altíð spæla inn, men sum 2. hálvleikur leið, var B36 leikliga omaná. Tað sást, at breiddin er størri á B36 liðnum, enn hon er hjá gøtumonnum. B36 spælararnir høvdu størri likamliga orku, og bóltførleikin og grundspælið vóru ta tonna betri, sum bar sigurin við sær.
Arbeiðssami og álitisfulli Ingi Højsted noyddist at taka seg úr stríðnum í somu løtu, sum sigursmálið varð skorað. Men tað bilti ikki fyri javnvágina á miðvøllinum. Oddmar Færø varð settur á vøllin, og hann vísti enn eina ferð, at tað gerst alt torførari hjá B36 venjaranum at finna orsøkir til ikki at geva Oddmari møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu.
B36 megnaði ikki at spæla seg til nógvar málmøguleikar. Burtursæð frá tí, sum bar málið við sær, høvdu teir kanska bara tveir møguleikar, sum kundu borið mál við sær. Annar var fram ímóti dystarenda, tá ið Santos enn eina ferð var arkitektur, og Heini í Skorini enn eina ferð smuttaði frá vongverjanum, men ta ferðina vardi Geza Turi væl.
Ikki so sjáldan – serliga tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur – bjóðaði Fróði Benjaminsen seg til í álopsspælinum, meðan arbeiðssomu og álitisfullu Klæmint Matras og Herbert í Lon Jacobsen tóku sær av verjuábyrgdini, og Mikkjal Thomassen alla tíðina var snaringspunktið, sum tað bar til at spæla til.
At B36 ikki megnaði at spæla seg til so nógvar møguleikar komst eisini av, at toppskjúttin ikki var við. Sylla plagar í sovornum støðum, sum tær vóru so nógvar av sunnudagin, tá ið GÍ dekkaði ógvuliga tætt, at taka søkina í egnar hendur, sneiða tveir ella tríggjar mótstøðumenn av og harvið at gerast vandamiklir. Tað megnaði B36 álopið ikki hesa ferð. Men við dyggum handverki eydnaðist tað kortini at vinna øll stigini.
Spæla tað teir megna
GÍ hevur verið í aldudali síðani summarsteðgin, og tað hevur havt við sær, at liðið er dottið alt longri niður á talvuni.
Gøtumenn fingu einki burturúr ímóti oddaliðnum, men avrikið hjá heimaliðnum gav avgjørt ikki ábending um, at GÍ ikki hoyrir heima í fremstu røð. Uppskriftin hjá GÍ var at liggja tætt í mótstøðumonnunum og ikki at geva teimum frið at spæla. Tað eydnaðist í 1. hálvleiki, men tað kostaði nógva orku, og sum 2. hálvleikur leið vóru teir á árstalsfelagnum í leysari teymum, enn teir høvdu verið.
Eftir at B36 var komið framum, spenti GÍ álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at koma til upplagdar málmøguleikar.
Símun Louis Jacobsen og Sam Jacobsen, sum saman við Hans Jørgen Djurhuus arbeiddu ógvuliga nógv á sentrala miðvøllinum, høvdu góðar langskotsroyndir í 1. hálvleiki, men GÍ kom ikki nærri málið, enn tá ið Símun Louis úr átjan metrum sendi í uttaru síðu á stólpanum aftanfyri landsliðsmálverjan, sum ofta hevur havt meiri at gera, enn hann hevði tað hesa ferð.