Eftir framúr dramatiskan og undirhaldandi fyrra hálvleik og seinna hálvleik, tá ið einki mál varð skorað, hevur B36 í fantastiskum líkindum í Gundadali í kvøld vunnið 4-2 ímóti Suðringum.
Harvið hevur B36 stóran møguleika at vinna seg í finaluna um løgmanssteypið.
Nógvir fjepparar hjá Suðringum hava í kvøld verið í Gundadali, har teir vóru mælskir og í grønum búnum stuðlaðu sínum monnum.
Um Suðringar skulu vinna seg í finaluna, so skulu teir á heimavølli vinna við tveimum málum. Møguleikin hjá Suðringum er, at tað eydnaðist teimum at skora tvey mál á útivølli.
Salmundur Bech, sum í dag var til próvtøku í miðnámsskúlanum í Hovi, skoraði bæði málini hjá Suðringum. Hann javnaði beinanvegin, eftir at Robert Heðin Brockie eftir innkast hevði lagt B36 framum.
Kaimar Saag legði B36 framum aftur, tá ið hann stútaði eftir innlegg frá Meinhard E. Olsen, og so kendist tað sum um, at B36 skuldi strúka avstað, tá ið Benjamin Heinesen økti til 3-1.
Men Suðringar vildu ikki geva seg. Salmundur Bech javnaði, tá ið hann hegnisliga snaraði um seg sjálvan og setti bóltin í málið, eftir at vinstri vongverjin Ibrahim Arifovic hevði lagt neyvt innfyri.
Í evstu sekundunum undan steðginum økti Eli Falkvard Nielsen, tá ið hann eftir langt innkast frá Benjamin Heinesen við høvdinum setti bóltin í málið.
Viljin var eisini stórur í seinna hálvleiki, men kanska var orkan ikki tann sama, og tað varð einki mál skorað eftir steðgin.
B36 - Suðringar 4-2 (4-2)
Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
1-0: Robert Heðin Brockie
1-1: Salmundur Bech
2-1: Kaimar Saag
3-1: Benjamin Heinesen
3-2: Salmundur Bech
4-2: Eli Falkvard Nielsen
Seinna hálvfinalan verður mikudagin 13. juni í Trongisvági
----
94) 4-2
LIÐUGT
90) 4-2
4 minuttir lagdir aftrat.
89) 4-2
Báðir partar royna, og tað er vandamikið. Ragnar Samuelsen, høgri vongverji hjá B36, smekkar til úr høgru, og bólturin strýkur framvið. Og so eiga Suðringar tveir møguleikar. Í fyrra førinum verður stútað eftir fríspark, uttan at tað er vandamikið, og so er um reppið, at Salmundur Bech skorar og harvið syrgir fyri hattrikkið.
87) 4-2
B36 skiftir út: Kaimar Saag fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Jonas Warner. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er á besta liðnum.
84) 4-2
B36 álop í høgru endar við, at Benjamin Heinesen roynir seg, og bólturin strýkur flatt framvið handara stólpanum. Kanska skuldi hann havt lagt bóltin fyri føturnar á øðrum liðfelagnum, sum var komin fram í brotsteigin.
82) 4-2
Suðringar royna seg við frísparki úr góðari støðu eitt sindur til vinstru og dygst uttanfyri brotsteigin. Stefan Radosavljevic smekkar til, bólturin rakar manngarðin, og eftir aftur og fram er um reppið, at tað eftir innlegg úr vinstru verður vandamikið.
79) 4-2
B36 steðgar álopi hjá Suðringum, tað verður spælt fram eftir miðásinum, og av brotsteigarmarkinum smekkar Hugin Samuelsen til, og bólturin strýkur dygst omanfyri tvørtræið aftanfyri Rana N. Johannesen.
77) 4-2
Spælararnir kennast vera troyttir. Tað gongur illa at varðveita bóltin í góða løtu, og yvirskotið at mynda álop og upplagdar málmøguleikar er ikki tað, sum tað var í fyrra hálvleiki.
72) 4-2
Innskifti Stefan Radosavljevic er eyðsýndur, tá ið hann dregur skjótt fram á vøllin. Hann tykist tó skaðadarvaður. Síðstu vikurnar hevur hann havt trupulleikar við hælsinuni.
70) 4-2
B36 skiftir út: Lukasz Cieslewicz avloysir Magnus Holm Jacobsen.
67) 4-2
GULT KORT. Robert Heðin Brockie fyri ógvusligt fríspark.
64) 4-2
Suðringar skifta út: Stefan Radosavljevic avloysir Dánjal Godtfred.
60) 4-2
B36 skiftir út: Hugin Samuelsen avloysir Hannes Agnarsson.
57) 4-2
Leikferðin er lægri nú, enn hon var í fyrra hálvleiki, og tað er ikki so hendingarríkt. Eingir upplagdir málmøguleikar.
52) 4-2
B36 vinnur horna í høgru. Støðan er spent í brotsteiginum hjá Suðringum, men tað endar við, at Rani Nolsøe Johannesen í málinum fær fatur í bóltinum.
50) 4-2
Friðarlig fyrsta løta í seinna hálvleiki. Bólturin er meiri á hálvuni hjá Suðringum, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
46) 4-2
Suðringar geva bóltin upp.
45) 4-2
HÁLVLEIKUR
45) 4-2
Aftur er tað eftir langt innkast úr høgru frá Benjamin Heinesen, at miðvallarin Eli Falkvard Nielsen við høvdinum stýrir bóltin í málið. Hann var merkiliga leysur mitt fyri málinum.
45) 4-2
4-2: Eli Falkvard Nielsen
43) 3-2
GULT KORT. Eirikur Magnusarson hjá Suðringum fyri at steðga bóltinum, tá ið B36 ætlar at avgreiða fríspark.
40) 3-2
Arifovic Ibrahim leggur langt og sera neyvt innfyri úr vinstru, og við handara stólpa er tað Salmundur Bech, sum hegnisliga temur, snarar um seg sjálvan og lyftir framúr flott bóltin upp um málverjan, sum er á veg fram.
40) 3-2
3-2: Salmundur Bech
38) 3-1
So er lagið aftur í toppi í B36 skýlinum. Eftir framlegging eitt vet úr høgru og í brotsteigin er tað Benjamin Heinsen, sum í kvøld er framrættaður í vinstru, sum við høvdinum smekkar bóltin í handara síðunetið. Eitt flott mál.
38) 3-1
3-1: Benjamin Heinesen
35) 2-1
Meinhard E. Olsen stríðir seg til baklinjuna í høgru, hann lyftir innfyri, og stutt úr nærra stólpa er Kaimar Saag á rætta stað, tá ið hann við høvdinum stýrir bóltin omanfyri málverjan og í netið.
35) 2-1
2-1: Kaimar Saag
25) 1-1
Suðringar eru tætt við. Eftir horna úr høgru stútar Búi Egilsson, men bólturin fer dygst skeivu megin handara stólpan.
23) 1-1
Eftir fríspark aftarlaga frá í høgru er Kaimar Saag púra leysur, tá ið hann úr níggju metrum stútar ímóti málinum hjá Suðringum, men bólturin fer væl omanfyri málið.
19) 1-1
Tað gongur javnt á, og nú hevði B36 risa møguleika at leggja seg framum. Eftir horna úr vinstru var Robert Heðin Brockie púra blankur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin niður í vøllin og so uppum málið.
Og lítla løtu seinni var Hannes Agnarsson tætt við.
12) 1-1
Dómarin gevur til kennar, at hann ikki finnur seg í, at gestirnir dølla sær í sambandi við deyðbóltsstøður.
10) 1-1
So var tætt við, at Suðringar løgdu seg framum. Eftir at lagt varð fram í høgru við frísparki og so snittað innfyri var støðan spent, men tað spurdist einki burturúr.
06) 1-1
Eftir innlegg úr høgru er Salmundur Bech leysur við handara stólpa, har hann stýrir bóltin í málið.
Øgiligur rómur í grønu leguni í vestara skýlinum.
06) 1-1
1-1: Salmundur Bech
05) 1-0
So var aftur tætt við, at B36 skoraði. Uppskriftin var tann sama, men hesa ferð fór bólturin dygst við síðuna av málinum.
01) 1-0
1-0: Robert Heðin Brockie
Eftir langt innkast frá Benjamin Heinesen verður snittað víðari til miðverjan Robert Heðin Brockie, sum skorar. Stórur skelkur fyri gestirnar.
00) 0-0
Líkindini at spæla eru av teimum fagrastu. Freka ælið, sum var fyri stórum tíma síðani bar við sær, at vøllurin ikki er so turrur, sum hann var fyrr ídag.
Sólin skínur oman og niðan, og lagið millum mongu áskoðararnar er gott.
---
Tað eru tvey lið, sum fara á vøllin uttan stuðulsspælarar, ið fara á ovara vøll í Gundadali um eina løtu.
Hjá B36 er liðformaðurin Odmar Færø ikki nóg væl fyri at spæla. Hann situr á beinkinum, meðan Robert Heðin Brockie er í miðverjuni saman við Andrias H. Eriksen.
Lukasz Cieslewicz er ikki við, og Hugin Samuelsen, sum hevur spælt nógv seinastu vikurnar er ikki tøkur. Ragnar Samuelsen er í kvøld millum teir fyrstu ellivu.
Hjá Suðringum er málverjin Milos Budakovic framvegis skaddur, og Stefan Radosavljevic er ikki nóg væl fyri at vera millum teir fyrstu ellivu. Hann er tó á beinkinum.
B36 - Suðringar kl. 19.15
Dómari: Alex Troleis
B36: Trygvi Askham – Ragnar Samujelsen, Robert Heðin Brockie, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen – Hannes Agnarsson, Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen – Kaimar Saag
Suðringar: Rani Nolsøe Johannesen – Teitur Olsen, Dennis Nielsen, Heri E. Kjærbo – Eirikur Magnusarson, John Villi Wøldike Leo, Isaac Shaze, Dánjal Godtfred – Salmundur Bech, Ibrahim Arifovic – Búi Egilsson