B36 hevur einki gjørt

Portalurin endurgav eina grein á heimasíðuni hjá Undrinum í gjár, har tað stóð skrivað, at B36 ikki hevði borið seg rætt at, og at Undri FF tí skal spæla í triðbestu deildini í komandi kappingarári. Tað er ikki satt.

B36 spælur eisini í 2. deild í 2009. Skála, sum flutti upp úr 3. deild, hevur heitt á FSF um at sleppa undan at flyta upp. Og tí fær Undri FF teirra pláss í 2. deild í komandi kappingarári.

 

So skuldi tað verið rættað!